Anne Mette Greve Klemensen, f. 1980, er sóknarprestur í Havnar kirkju og Nólsoyar kirkju

Vælkomin

Hesin bloggurin er gjørdur í smb. við verkætlan um Jóhannesevangeliið

Jóhannesevangeliið – tað fjórða og serliga evangeliið – brýtur frá hinum evangeliunum og ber orð fyri at verða torført at skilja. Men har er ein serligur reyður tráður, ið kemur til sjóndar, tá evangeliið verður lisið í síni heild.

Páskakalendarin er ein føstuferð gjøgnum Jóhannesevangeliið í 40 pørtum. Byrjað verður føstulávinstmánadag, 3.mars 2025. Føstan hevur upprunaliga verið tíðin at venda tonkunum móti andaligum viðurskiftum, og her er ein møguleiki at taka tann táttin upp saman við presti. Hvønn dag (uttan sunnudagar) viðgeri eg uml. ein hálvan kapitul. Á páskum eru vit komin á mál og skilja vónandi akkurát, hvat Jóhannes evangelistur hevur uppá hjarta.

Um hetta hevur vakt tín áhuga, ert tú vælkomin í lesiringin á Facebook, sum eitur: “Páskakalendarin – lesiringur”

Finn Bíbliuna fram, spíska blýantin og oyruni, – so byrjar føstuferðin við Jóhannesi!

Gleði meg at fylgjast gjøgnum føstuna við tær!

Vinaliga Anne Mette prestur

Trýst her!

Samband:

annemette@kirkjan.fo / tlf. +298 237344