
Týsdagur 4.mars Vinkling!
Lúka 2 í Páskakalendaranum snýr seg um, hvussu Jóhannes evangelistur vinklar sína søgu.
“Guð veri lovaður fyri gleðiligan boðskap!”
Soleiðis svarar kirkjuliðið, tá eitt evangeliibrot verður lisið, og gevur tað góða meining, tí grikska orðið “evangelium” merkir júst “gleðiligur boðskapur”.
Eitt evangelium er ein sjangra, sum umrøður ein persón og/ella halgisøgur og hevur serliga verið nýtt í religiøsum høpi. Søgan er eitt samankók av nógvum elementum, eitt nú søgulig fakta, frásagnir, ritualir, traditiónir, gamaltestamentligar tilvísingar og munnlig traditión.
Rithøvundarnir, evangelistarnir, hava kent traditiónir og tekstir og hava havt eitt ynski um at savna tey saman sum eitt putlispæl og skriva eina samanhangandi frásøgn. Tað er bæði ein redaktionel uppgáva og ein teologisk, tí mátin tilfarið er skipað uppá og endurgivið vísir teirra uppfatan av, hvør Jesus var.
Sum barn helt eg, at evangelistarnir vóru Jesu vinir, ið høvdu upplivað allar hendingarnar sjálvir, sum teir skrivaðu um. Tí gjørdist eg ikki sørt skuffað, tá eg fann útav, at tað bar ikki til, tí lærusveinarnir vóru neyvan á lívi, tá evangeliini vórðu skrivað. Munnliga traditiónin og vitnisburðarnir um Kristus hava tó verið sterk og ferðast víða. Tað síggja vit longu í brøvunum hjá Paulusi, sum eru elstu skrivligu keldurnar í Nýggja testamenti. Fyrra Thessalónikubræv verður roknað sum elsta brævið, og er tað skrivað umleið ár 50, og elsta evangeliið, Markusevangeliið, kemur ikki fyrr enn 20 ár seinni. Jóhannes er tann yngsti og skrivar hann sítt evangelium uml. ár 100.
Sum kunnugt eru 4 evangelistar, Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes, og hava teir bæði nøkur felags eyðkenni og sereyðkenni. Hetta tí at teir tala til ymiskar málbólkar.
Ein søga er ikki bara ein søga, tað vita vit av royndum. Vinklingin hevur nógv at siga. Tá ein tannáringur verður spurdur, hvussu námsferðin við flokkinum hevur verið, og hvat tey hava upplivað, er tað ymiskt hvat verður svarað, alt eftir um tað er ein vinur sum spyr, ella um tað er omman. Fortelji eg mínum børnum nakað, eg gjørdi sum barn, kann eg vinkla søguna, so tey skilja, at hatta var tað rætta at gera ella hatta mugu tey ómøguliga endurtaka.
Har er altíð ein, sum fortelur, og ein móttakari, og teir ávirka báðir mátan, tingini verða uppfatað. Avsendarin hevur eina ætlan ella agendu, og móttakarin hoyrir tað, sum verður sagt út frá tí, hann ber við sær av traditión, morali v.m.
Soleiðis er eisini tá talan er um evangeliini. Tey innihalda søgur, sum eru fortaldar av menniskjum til menniskju gjøgnum ættarlið, áðrenn evangelistarnir festu tær á blað. Vit, sum lesa evangeliini í dag, koma við heilt øðrum fortreytum enn tey fyrstu kristnu. Tí hoyra vit ikki tað sama, sjálvt um vit lesa tey somu orðini. Og sum tað ikki er nóg mikið, so vóru tey fyrstu kirkjuliðini eisini heilt ymisk og høvdu brúk fyri, at fáa evangeliið serverað ymiskt fyri at kunna skilja innihaldið best útfrá teirra fortreytum. Tí hava vit í dag fýra evangelii og ikki bara eitt. Tað er so heldur ikki heilt rætt, tí evangelium er ein litterer genra og har eru fleiri evangeliir til, men fýra av teimum eru kanoniserað, tað vil siga, at tey eru góðkend sum partar av bíbliuni og eru grundarlagið fyri kristindóminum.
Prestar eru ymiskir, sjálvt um allir eru teologar, og so hevur altíð verið. Evangelistarnir eru eisini teologar. Saman við Paulusi eru teir teir fyrstu teologarnir, vit vita um. Allir bera teir boð um Jesus sum frelsara heimsins, men á hvør sín hátt. Tað er torført at bera eyga við teirra sereyðkenni út frá teimum tekstbrotum, vit hoyra sunnudagar, men lesur man evangeliini í síni heild, eitt fyri og annað eftir, ber til at ímynda sær, hvussu ymiskt evangelistarnir arbeiða sum teologar.
Í morgin viðgera vit kapitul 1, 1-18, og Páskakalendarin heldur síðan ferðina ígjøgnum alt evangeliið inntil páskamorgun.
