Mikudagur, 5.mars: Orðið

Í dag er fyrsti dagur í føstu, og evnið í morgunlestrinum er byrjan. Vælkomin at lesa Jóhannes kap.1, ør. 1-18.

Hvar byrjar man, tá man ætlar sær at fortelja eina søgu, sum hevur so stóran týdning, at hon megnar at broyta lívsáskoðanina hjá áhoyraranum fullkomiliga? Jóhannes evangelistur tyktist ikki at verða í iva um sítt plott, tá hann spískaði sær pennin og setti seg við papyrusinum: «Í fyrstuni var orðið». 

Jóhannesevangeliið byrjar, har alt byrjar, við skapanini. Soleiðis verður søgan, sum evangelisturin greiðir frá, ikki bara ein søga ímillum mangar aðrar, men søgan um sjálvt kosmos. Søgan um meiningina við øllum í alheiminum. Allir tankar, sum evangelisturin byggir evangeliið út frá, kunnu teologiskt førast aftur til innleiðandi ørindini í fyrsta kapitli, sum tí eisini verða kallað Jóhannesprologurin (kap 1, 1-18). Ein prologur er ein byrjan, sum samanfatar høvuðstankarnar í tí samlaða skriftinum. Tað er ringt at bera eyga við samanhangin, tá ein lesur prologin fyrstu ferð, men tá seinasti kapitulin er lisin, kann prologurin lesast umaftur sum niðurstøða.

Eitt sentralt teologiskt hugtak; “Jesu pre-eksistensur”, kemur til sjóndar í ørindi 1-3. Preeksistensur merkir at verða til, áðrenn ein er føddur. Endamálið við at endurgeva Jesu lív á henda hátt er at peika á, at Jesu týdningur fevnir breiðari enn bara tey fáu árini, hann livdi. Jesus er ikki einans ein skapningur, hann er viðspælari longu, tá heimurin verður til, tí hann er eitt við skaparan. Preeksistensur merkir soleiðis, at langt áðrenn Jesus gekk á foldum sum menniskja, var hann andaliga til staðar í heiminum sum Guðs heilaga logos, sum í føroysku bíbliutýðingini verður umsett «orð». Skapanarsøgan á blaðsíðu eitt í Gamla testamenti klingar soleiðis við í Jóhannesevangeliinum, og á tann hátt spinnur evangelisturin ein gulltráð frá persóninum Jesusi og aftur í tíð til skapanina, fram í tíð til deyða hansara og yvirum tíðarmørk til uppreisnina og æviga lívið.

«Í fyrstuni skapaði Guð himmalin og jørðina.  Og jørðin var oyðin og ber, og myrkur var yvir frumhavinum, og Guðs andi lá á vøtnunum. Og Guð segði: «Verði ljós!» Og tað varð ljós. Og Guð sá, at ljósið var gott, og Guð skildi ljósið frá myrkrinum.» 1.Mós, 1-4

Ljós og myrkur skifta í harmoniskum samspæli í 1. Mós., men hjá Jóhannesi ímynda tey nakað meir og dystast sum sannleiki móti lygn (ør.5). Tó so, at ljósið vinnur, tí ljósið er partur av Guði, í samljóði við lívsins upphav, Logos. “Myrkrið tók ikki við tí” hevur dupultan týdning, bæði at fata/fáa greiði á og at fáa tamarhald á.

Tað ber ikki til at lýsa Jóhannesprologin uttan at greiða frá grikska orðinum Logos. Logos kann í sjálvum sær merkja eitt orð. Í antikkini, tá Jóhannesevangeliið varð skrivað, var logos tó eisini eitt kent filosofiskt hugtak. Tá vit lesa fyrstu ørindini í Jóhannesprologinum eiga vit at hava í huga, at “logos” merkir guddómligur vísdómur, ætlan, skapan, tanki. Tí hevur man  valt at umseta tað “Orðið” við stórum. Men allir hinir týdningarnir rúmast í hesum eina “logos” og skulu lesast við. Logos merkir ikki tað skrivaða orðið, tí tað var ikki til tá, men orðið sum skapanarorð (jf. Verði ljós!) og ætlan við øllum, sum til er vorðið: Menniskjur, djór, plantur. Logos er guddómliga lívskraftin.

Sæð í tí ljósinum fær tað djúpari týdning, at “orðið var hold”. Guðs ætlan heilt fra frumhavinum er at gerast menniskja og geva logos víðari til skapningin.  “Logos” verður til “Sarx”, eitt grikskt orðið fyri kjøt, sum vit umseta meira poetiskt; “Hold”. Tað er eitt paradoks, at tvey ting, sum liggja so langt frá hvørjum øðrum: tanki og kjøt, skulu kunna sameinast. Jólamysteriið, um man kann kalla tað so -er,  at logos og sarx, tanki og kjøt verða eitt: Orðið varð hold, Jesus gjørdist menniskja. Onnur orð eru fyri “kjøt”, eitt nú “carn(e)”, sum er vælkend frá døgurðaborðinum.  At Guð gjørdist menniskja verður kallað incarnatión, tvs “í-kjøt”.

Tað nærmasta vit koma jólaevangeliinum í Jóhannesevangeliinum er júst hesi orðini: “Orðið varð hold og tók búgv okkara millum”. Har verður einki sagt um fólkateljing, Mariu, stjørnu, krubbu ella nakað av tí, sum vit seta í samband við jólaevangeliið. Tað kunnu vit lesa um hjá Lukasi. Jóhannes sigur einans AT tað hendi. Og tað er heldur ikki einki. Og! At tey tá skoðaðu dýrd hansara. Dýrdin er heilt avgerandi í Jóhannisevangeliinum, men tað venda vit aftur til.