Hósdagur 6. mars: Hvør ert tú?

Johs.1, 19-52

Í tiðindaflutninginum í sjónvarpinum sæst dagliga tíðindafólk interviewa fólk alla møguligar staðir um aktuel viðurskifti. Soleiðis ímyndi eg mær Jóhannes doyparan standandi við sjóarmálan við Betaniu, í holt við dagsins gerð tann dagin, ein delegatión úr Jerusalem kemur og setur eina rúgvu av spurningum viðv. samleika hansara. «Tað sigst, bæði at tú ert hesin og hasin  – hvør ert tú veruliga, og hvat er tað, tú lærir?»

Í fyrstu umfari greiðir Jóhannes doyparin frá, hvør hann ikki er: Kristus, Elia, profetur. Síðani at hann er ein rødd í oyðimørkini, ið rópar: «Gerið beinan veg Harrans!» Eisini undirstrikar hann, at hann einans doypir við vatni, og at hann á ongan hátt stendur mát við Jesus.

Í øllum fýra evangeliunum møta vit Jóhannesi doyparanum sum einum figuri í skiftinum millum tann gamla, siðbundna jødadómin og tað nýggja, sum Jesus boðar, og evnið er samleiki.

Søguliga vita vit um Jóhannes doyparan, at hann var ein karismatiskur prædikantur, og hann hevði lærusveinar eins og Jesus. Profetiskar rørslur vóru vanligar tá í tíðini. Jóhannes var prestasonur og kom tí úr hægsta lagi í samfelagshirakinum, men sjálvur hevði hann ein asketiskan livihátt. Hansara prædika snúði seg einamest um dómadag. Jesus og Jóhannes hava fleiri ting til felags, men teirra læra og uppfatan av Guði var ymisk, og tað hevur elvt til trætumál millum lærusveinarnar. Evangelisturin vísur á hetta, men hann hevur havt áhuga í at slætta sjógv og lata Jóhannes standa eftir sum tann, ið ger pláss fyri Jesusi.

Eitt felagseyðkenni fyri Jesusrørsluna, Jóhannesrørsluna og fariseararnar var, at teir ávaraðu móti synd og óreinsku, og at tað var ein skylda at hjálpa teimum fátæku. Mótsetningurin millum teirra lá í hvussu hetta skuldi gerast. Jóhannes og fariseararnir stríddist ímóti syndini og høvdu strangar reinsanarreglur, meðan Jesus við sínum myndugleika lýsti ta kultiskt óreina at verða reinsað. Ei undur í, at tað hevur verði provokerandi fyri jødiska prestastættin. Mótsetningurin millum Jesus og Jóhannes ger seg eisini galdandi í teirra dópsfatan. Jóhannesdópurin er ein umvendingardópur, men ikki ein dópur í Jesu navni.

Dagin eftir, at sendiboðini hjá fariserarunum hava spurt Jóhannes doyparan, sær hann Jesus, og sigur: “Sí Guðs lambið, sum ber synd heimsins!” Harvið staðfestir hann, hvussu hann uppfatar Jesu samleika, og lesarin – tú og eg – kunnu notera okkum, at heitið «Guðs lamb», sum er eitt kent symbol í kristindóminum síðani, stavar frá Jóhannesevangeliinum. Tað er í heila tikið eyðkent fyri evangelistin, at Jesus verður lýstur við symbolum, ið seinni í søgugongdini verða greinað. Jóhannesevangeliið er eitt univers av súmbolum, og er soleiðis gjøgnumhugsað sum eitt samanhangandi litterert skrift, ið er spunnið úr enda í annan yvir eitt teologiskt gjøgnumgangandi tankamynstur, hóast tað er skrivað yvir langa tíð. Til samanlíkning eru tey synoptisku evangeliini – Matt, Mark, Luk. – vorðin til sum putlispæl av tekstbrotum og traditiónum.

Og leggið til merkis: Í Jóhannisevangeliinum verður Jesus ikki doyptur! Doyparin einans vitnar um Jesus og sær andan yvir honum sum eina dúgvu.

Seinasti parturin av kapitlinum er um kallanina av lærusveinunum, og tað eru nógv nøvn at halda skil á. Tað minnir eitt sindur um ein trailara til ein biograffilm, har allir artistar skulu presenterast skjótast gjørligt og fáa hyggjaran at halda á at hyggja. Evangelisturin vil fáa so nógv fólk presenterað sum møguligt beinavegin, sum tað ljóðar. Men hóast teksturin kann tykjast eitt sindur kaotiskur við fyrsta eygnabrái, hevur hann eina tematiska gongd, ið minnir um eina trúarjáttan. Tað er onnur trúargrein, ið greinar trúnna á Guðs son, ið er í fokus. Jesus verður kallaður menniskjusonur, Messias, Kristus, salvaður, Guðs lambið, Rabbi, sonur Guðs , kongur Ísraels – og tað alt samalt í nøkrum fáum reglum av fyrsta kapitli. Jesus verður endurgivin við titlum, sum vísir lesaranum, at hann er uppfyllingin av profetiinum. Lærusveinarnir verða kallaðir i smáum vendingum, sum ynskir evangelisturin at seta fragmentini saman til ein lærusveinaskara alt fyri eitt.

Longu í fyrsta kapitli er greitt, hvat tað er fyri serstakur persónur, menigheitin fyriheldur seg til. Eftirfylgjarar eru teir (/tey), sum reisa seg, tá tað verður sagt: komið og síggjið!

Fyrsta meinigheitin er veruleiki. Og soleiðis er tónin sligin an áðrenn Jesus og lærusveinarnir fara í brúdleyp í Kana í næsta kapitli.