Fríggjadagur 7.mars: Ver vín!

Jóhs. kap 2,1-12

Jóhannesferðin er ikki meira enn byrjað, og vit eru longu í Kána við veitslunnar borð, har Jesus setur gongd í við tí fyrsta undrinum: Vatn til vín.

Vit eru í brúdleypi, men so undarligt tað er, so hoyra vit hvørki um hjúnaband, vígsluritual ella annað, sum hevur við evnið í evangeliubrotinum at gera. Karmurin er eitt brúdleyp, men hjúnaband er ikki evnið. Brúðgómurin verður nevndur í eini stuttari viðmerking, men brúðurin verður als ikki nevnd. Vit hoyra bara um veitsluna, sum vísir seg at verða alt annað enn eitt avhaldsbrúdleyp. Ein kundi hildið, at nú var nóg mikið drukkið, tá vínið er uppi, men Jesus tekur um endan og ger vatn til vín, og har er ríkiligt til, eisini um talan hevði verið um eitt stórt, føroyskt brúdleyp. Steinkørini ímynda gomlu paktina, tí tey leiða tankarnar til reinsanarkarið, og soleiðis skilja vit, at okkurt nýtt og størri er í gerð. Reinsanin var tó einans útvortis, meðan sterka vínið fer heilt inn í blóðið. Ímyndin er klassisk: Kørini eru lógin, sum Jesus sjálvur uppfyllir við evangeliinum.

Børn, sum hoyra hesa søgu, munna hugsa, at undur eru gandakynstur, sum ein og hvør superhetja eisini kundi gjørt. Vit vaksnu royna at leggja eina dimensión afturat. Hetta er eitt tekin, eitt undur, sum gevur til kennar Jesu guddómliga samleika. Jólamysterið er fullkomið, vísir tað seg í Kána. Jesus, sonur Guðs, er veruliga komin til jarðar og ger tað ómøguliga møguligt. Grikska orðið, ið verður brúkt um undurið er “sema”, ið merkir tekin. Ikki “mirakulos”. Munur er á sema og miraklum. Evangelisturin ger greitt, at Jesus ikki er gandakallur, men bert vil geva eitt tekin um nakað, ið longu er í gerð: Guðs ríki er veruleiki, og Jesus er sjálvur tann, sum skal geva menniskjum kraft. Og vínið minnir lesaran á Jesu blóð í kvøldmáltíðini.

Fyri fyrstu ferð trínur Maria, móðir Jesu, á pall. Hon er eisini í brúdleypi og hevur ein heldur løgnan leiklut í søgugongdini. Samanbera vit við Lukasevangeliið, har hon er tænastukvinna Harrans –  ung og blúgv – so vísur hon ein heilt øðrvísi atferð í Jóhannesevangeliinum. Lukas lýsir Mariu sum djúphugsna kvinnu, ið tekur ímóti, sum stóð hon í læru – tí bæði, tá Jesusbarnið hevur fingið vitjan (Luk.2,19), og tá hann 12 ára gamal er burturblivin í Jerusalem (Luk 2, 51), stendur, at “hon goymdi orðini í hjartanum”. Í Kána gongur hon á odda og sigur sína hugsan beint fram, hóast tað ikki var væl sæð, at kvinnur tóku orðið tá á døgum. Maria hevur longu eina vitan um Jesu samleika og vil tí skumpa undir, at Jesus fer í gongd. Hon er eitt slag av fyriskipara og streingir á tað, sum skal henda, tí einki týðir uppá, at Jesus hevur ætlanir um at útinna nakað vínundur tað kvøldið. Nú er løtan! Jesus tykist heldur firtin, og bítur frá sær – Hvat vilt tú mær kvinna? Mín tími er enn ikki komin.

“Tímin” er ein kota/loynimál til okkum lesararar. Evangeliið kemur nevniliga í hæddina, tá Jesus doyr og rísur uppaftur í dýrd – tað er “Tímin”. Vínundurið er tó fyrsta tekinið um ta løtuna og skal skiljast í ljósinum av Jesu uppreisn. Í dag er vanligt at brúka orðið “momentum”, um ein fær eitt gott hugskot, sum skal berast fram og fangar møguleikan, tá løtan býðst. Maria tykist at vísa á, at víntrotið er Jesu momentum, har hann við einum tekini kann vísa til tað momentum, sum kemur seinni: “Tímin”.

Paulus skrivar í Galatarabrævinum um fylling tíðarinnar: “Men tá ið fylling tíðarinnar kom, sendi Guð son sín, føddan av kvinnu, føddan undir lóg” Gal. 4,4. Jesus kemur til jarðar, tá tíðin kemur – sum eitt stórt kar, ið verður uppfylt av tíðardropum, og nú flýtur yvir. Myndin klingar við í søguni um vínundurið í Kána. Fylling tíðarinnar er eitt kar, sum verður fylt upp av lívgevandi vatni, men flýtur yvir – ikki við vatni, men við kraftmiklum víni.

Vert er at leggja til merkis, at Jesus ger ikki undurið fyri at gera seg upp. Hann roynir fyrst at sleppa undan og vísir mammu síni frá sær. Men tað ber ikki til.  Tíðin er komin at geva Guðs kraft til kennar. Og har er tað vert at geva gætur, at tekinið ikki er eitt guðsprógv, sjálvt um tað kann tykjast so. Eitt tekin peikar á tað, sum tað er tekin um, nevnliga Jesu guddómleika.  Jesus fer ikki til verka fyri at imponera, men tí har er ein tørvur – og sjálvt um ein kanska ikki heldur, at víntrot er ein neyðstøða, so er tað symbolikkurin : at Jesus skapar trúgv, liv og meining, har menniskjur hava mist mótið. Guðs kærleiki flýtur yvir og broytir okkum.