
Leygardagur 8.mars: Korruptión!
Kapitul 2,13-25
Vit byrjaðu okkara Jóhannesferð við at lesa um skapanarmorgunin, har alt andaði av friði, fóru síðani í brúdleyp og í dag strýkur Jesus yvir tempulgarðin við koyrli í hond. Ikki kann sigast annað, enn at Jóhannesferðin higartil er bæði hendingarrík og dramatisk, og enn eru vit bara í øðrum kapitli.
í jødiskari traditión hevur Jerusalem serliga støðu sum miðdepil fyri kongsvaldi. Mitt í høvuðsstaðnum hevur templið ligið sum ein miðdepul fyri gudsdyrkan, har signing streymar frá.
Á Jesu døgum var marknaður uttan fyri templið. Um vit ímynda okkum Jerusalem henda dagin í ár 33, so hevur tað verið ein gangur av eini aðrari verð. Fyri tað fyrsta tí at templið var eitt stað, har jøðar komu at ofra, og tað var neyðugt at keypa offurdjór, um ein ikki hevði tað við sjálvur. Tað var tvørligt at hava djór við sær, um man hevði ferðast langa leið. Fyri tað næsta, so hendir hetta á páskum, og var hetta høgtíðin, har jødar komu úr øllum ættum. Og allir høvdu lambskjøt á menuini.
Handilsfólk seldu djór so sum dúgvur, lomb og oksar, ið kundu ofrast til Guð sum tøkk ella sóning fyri syndir, og størri synd, tess størri djór. Vandi var sjálvandi fyri, at vekslararnir tóku okurprís, so vil verða. Jesus verður illur um hetta handilvirksemið. Hann verður eisini agressivur og tekur ein koyril at reka fólk og djór út við. Guðsdyrkanin eigur ikki at verða korrupt – ella rotin, sum latínska orðið “korrupt” merkir. Guð fær ikki verið vertur, um tað er kapitalur, sum setur dagsskránna. Jesus vil beina burtur korruptiónina, so einans Guðs signing stendur eftir.
Han fer inn í templið, og ger eitt ordans stunt – ikki móti jødadóminum sum so, men móti offurvirkseminum. Offurtankin snýr seg um, at roykurin frá stokta offurlambinum fer upp til Guðs og angin hugar nøs hansara. Tá Guð er vreiður eitur tað á hebraiskum at nøsin hjá honum verður heit. Offurroykurin harafturímóti hugar nøsini og Guð verður mildur aftur.
Men vit hava jú einki at ofra, tað er kjarnin í tí, sum Jesus prædikar allastaðni, har hann kemur. Tað er Guð, sum má ofra seg, um menniskjan skal hava ein kjans. Jesus er ímóti einari sjúkari gudsdyrkan, har menniskjur royna at keypa Guðs vælvild. Aftan á fer hann at undirvísa í halgidóminum. Hann so at siga ger templið til synagogu, til tað staðið, har grunnleggjandi kunnleikin um Guð kann víðkast til óendaligan vísdóm. Guðs sanna tempul fer skjótt at opinbera seg og er ikki bundið at bygningum.
Í sálminum ”Kirkjan, hon er eitt gamalt hús” stendur, at “Harrin ei býr í húsum teim, sum mannahendur her gera”. Men hann býr so heldur ikki í einum kapitaldrivnum ránsmannabøli. Tí eigur teksturin eisini at eggja kristin til sjálvrannsakan í dag: nær brúka vit pengar at fremja Guðs sakir, og nær brúka vit Guð at fremja okkara sakir?
Nær geva vit í vón um at fáa eitt ella annað afturfyri, og nær geva vit uttan baktankar?
Jødarnir eru ovfarnir av hendingini og spyrja, hvat henda gerðin hevur at týða? Jesus svarar, at um teir høvdu rivið templið niður, hevði hann kunnað reist tað eftir trimum døgum. Hetta er ein tilvísing til, at templið í roynd og veru varð oyðilagt í ár 70, og tað visti fólk, sum Jóhannes skrivaði til – og samstundis snýr tað seg um Jesu egna deyða og uppreisn á triðja degi. Hetta fyri at siga, at sonn gudsdyrkan er ikki bundin at templinum, men at Guði, sum er ævigur í Kristi.