
Mánadagur 10.mars
Dagsins evangeliubrot er úr Jóhannes, kap 3, ør. 1-13. Um Nikodemus, ið leitar Jesus upp um náttina til eitt prát um føðingar.
Vit tosa øðrvísi saman um náttina. Tá vit eru í feriu og tosa við vinfólk gloyma vit tíð og stað, og knappliga er klokkan trý. Samtalan er øðrvísi kl. trý um náttina enn kl trý um dagin. Nætur eru serligar, tí tær telja ikki við í vikuætlanini hjá okkum. Sjálvandi hava vit brúk fyri svøvni, men næturnar eru eisini eitt friðskjól, tí tær eru navnleysar. Tær eita einki – vit noyðast at brúka dagsnavnið fyri at nágreina løtuna – t.d. mánanáttina, náttin til hósdag ella líknandi. Ljósið er dempað, tíðin telur ikki við, og tí er náttin løtan, har man kann gera tað, sum ikki passar inn í gerandisdagin, sum til dømis tað, Nikodemus ger: Hann fer til Jesus sum tann, hann ikki orkar at vera longur, og fer harfrá sum tann, hann veruliga er.
Har eru ávísingar til dópin í tekstinum. Óbeinleiðis er dópurin ein slík Nikodemusløta, har tað verður játtað, at tann doypti er í Kristi hondum í lívi og deyða, men eisini ítøkiliga, tí at Jesus sigur: “Eingin kann koma inn í Guðs ríki, uttan hann verður føddur av vatni og anda.” Føroyska Bíblian umsetir tað “føddur,” hóast tað merkir gitin. Ein má verða gitin av vatni og anda. Men samanhangurin ger tað sjálvsagt at brúka orðið føddur, tí talan er um endurføðing. Evangelisturin skrivar ironiskt, tá hann leggur hálvbýttu viðmerkingina í munnin á Nikodemusi: “Man hann aðra ferð kunna koma inn í lívið á móður síni og verða føddur?” men hetta ger hann, fyri at Jesus kann rætta hann seinni. Endurføðingin er andalig og er tengd at vatndópi. Einans í dópinum kann ein menniskja taka við Guðs anda, ella pneuma, sum merkir Guðs andi. Pneuma er eitt av høvuðsorðunum í Jóhannesevangeliinum. Nikodemus stendur sum jødi og skoðar inn í Guðs ríki, men verður fyrst partur av tí, tá hann hevur fingið pneuma, Guðs anda.
Allan vegin ígjøgnum Jóhannesevangeliið er eitt stríð millum jødar og kristustrúgvandi. Tey fyrstu kristustrúgvandi uppfataðu seg sum jødar, og er tað ikki fyrr enn umleið ár 100, at tey kristustrúgvandi ikki kenna seg sum jødar, men kristin, á leið samstundis sum Jóhannes skrivar sítt evangelium.
Mótsatt flestu jødunum, ið Jesus tosar við, er Nikodemus positivur og opin fyri Jesusi, og tí er tað, at teir møtast um náttina. Nikodemus kennir bókstavin sum ein religiøsur fundamentalistur, men fær bjóðað eina livandi trúgv í staðin. Teir møtast í myrkrinum – har Kristus er – hann sum er ljósið, ið skínur, og sum myrkrið ikki fær vald á.
Søgan um Nikodemus er søgan um ein mann, ið er uttanfyri og skoðar inn í tað, hann ynskir at gerast partur av, men sum sosialir og religiøsir normar forða honum i. Hann kann ikki bara koma mitt um dagin, tí hansara ørindi tolir ikki dagsins ljós. Hartil er hansara støða sum ráðharri hjá jødunum ov vandamikil politiskt.
Jesus sigur í einum stuttum líknilsi, at andan síggja vit ikki. Men tað orðið, sum kann sannføra okkum, tað hoyra vit. “Vindurin blæsur, hvar sum vil, og tú hoyrir dunið av honum; men tú veitst ikki, hvaðan hann kemur, ella hvar hann fer; soleiðis er tað við einum og hvørjum, sum er føddur av Andanum.” Í dag kann eg fara inn á td. Veðurstovu Føroya og vita, hvussu vindurin verður í morgin, men eg síggi ikki vindin. Eg hoyri dunið av honum, og síggi, hvat ið hann virkar. Báturin siglir ikki til dømis. Vit síggja ikki Andan, men vit hoyra tað orðið, sum hann talar. Andi eitur á latíni spiritus, og at anda inn eitur so at verða inspireraður. Andin virkar inspiratión, lívsmót og gleði.
