
Týsdagur 11.mars: Lítla Bíblian
At elska hongur saman við at geva av sær sjálvum. Tann elskandi, ævigi Guð gevur ævinleika. Gávuna sær tann, sum trýr.
Myrkur og ljós eru nevnd í prologinum, tvs. í innganginum til Jóhannesevangeliið, og verða her útgreinað symbolskt í tekstbrotinum Jóhs.3,16, ið eisini verður nevnd ”Lítla Bíblian”.
Jóhannes 3,16 sigur tað stutt og greitt, men ikki líkatil ella uttan spurningar.
Fyrsti tankin, sum stingur seg upp hjá teimum flestu: uha – trúgvi eg nú rætt, ella eri eg glatað/ur?
Hvat vil tað siga at trúgva? Er tað at skriva undir apostólsku trúarjáttanina ella krevst eitt serligt sinnalag? Er tað at halda ella meina nakað ávístt? Er tað at hava eina ávísa kenslu, tá ein hugsar um Jesus? Í Bíbliuni eru nógvar og ymiskar frásagnir um fólk, sum játta sína trúgv á ein óvæntaðan hátt og í óvæntaðum støðum. Í einum felagsskapi av kristnum er eisini mangan ein breið fatan av trúgv, tí trúarmálið hjá fólki eru líka ymisk sum fólk eru skapað. Kristus sjálvur er tó tann sama óbroytiliga vera síðan upphavið, vísir Jóhannes evangelistur á. At trúgva er at hava álit – ella Jóhannes hevði sagt: at leita eftir ljósinum. Hjá honum er glatan at verða í myrkri, og hetta ørindi, sum mangan verður endurgivið, er hansara niðurstøða í søguni um Nikodemus, ið kemur til Jesus á nátt og varð umrødd í gjár. Hann krógvar, hvør hann er, men verður sæddur og kann stíga út í dagsljósið sum eitt elskað menniskja.
Jóhannes evangelistur brúkar ljós og myrkur sum mynd uppá mótsetningarnar gott og ónt, lív og deyða, frelsu og glatan.
Myndirnar uppá glatan í Bíbliuni spenna víða. Hjá Matteusi evangelisti finna vit kendu myndina av eldinum, sum brennir sálir upp. Har er glatanin ein kosmisk katastrofa. Men tá Jóhannes evangelistur vil lýsa glatanina, spælir hann uppá mótsetningarnar til alt, sum hevur við logos – Orðið- at gera, sum vit hoyrdu um í fyrsta kapitli. Dópurin verður tá sentralur, tí har verður menniskjan knýtt at heilaga andanum, pneuma á griskum. Glatanin er samanumtikið tað ikki at verða har, sum Guds kærleiki ræður, hvussu tað so verður orðað hjá teimum ymisku evangelistunum.
Eisini í lívinum, vit kenna, dystast kreftir uppá gott og ónt. Vit hava lyndi til at skava út yvir tað minni góða, men tá vit veruliga hugsa um tað, hvussu góð eru vit so? So leingi ein ikki er hóttur, er lætt at verða góður. Men ein noyðist bara at verða kroystur eitt sindur, so koma kenslur sum vreiði, øvund og hugmóð fram og fara at virka í okkum. Tað er bara natúrligt – men tað er neyvan fruktagott. Vit vita hvør sær nøkulunda hvussu góð vit eru, tá vit er uppá tað besta, men í prinsippinum kenna vit ikki vavið av okkara myrkri. Tað er fyrst, tá ein verður kroystur, sum t.d. tá ein hevur upplivað kríggj ella ógvusligan ágang, at myrkrið fær frítt spæl í einum. Tá ein menniskja rakar botnin er myrkt, og ljósið má koma sum ein útrætt hond aðrastaðni frá, skal vend koma í. Við øðrum orðum er tað ov lætt at siga, at menniskjan í botn og grund er góð. Vit kunnu kenna guddómleika í náttúruni, men náttúran er eisini kensluleys. Einans Kristus er í botn og grund góður. Sæð út fra einum evangeliskum sjónarhorni er Kristus einasti garantur fyri, at tað góða hevur yvirlutan í hesi verð.
Dómar eru allastaðni, og vit eru harðir dómarar. Men vert er at grunda yvir orðið Kristin-dómur. At dømast við kristnum dómi er lívgevandi. Tann dømdi kann lata seg fevna av Kristi kærleika og fáa nýtt virði. Kristus, sum er Logos – Orðið dømir í samsvari harvið, tvs. dómurin ber brá av ljósi og kærleika.
Kristus dømir ikki sum vit, tí hann er ikki sum vit. Hann er reinur kærleiki og ævigt ljós.