Mikudagin 12.mars: Trúlovarin

Johs. 3,22-36

Jóhannes doyparin avrundar kapitul trý, og sum vit lósu í fyrsta kapitli, er evnið sambandið millum Jesus og Jóhannes. Tað verður upplýst, at bæði Jesus og Jóhannes hava havt lærusveinar, og at teir hava doypt. Talan er also um tvær líknandi karismatiskar rørslur, ið virka samstundis. Hóast granskingin sáar iva um, hvørt tað hevur verið heilt so harmoniskt, so er eingin ivi um, at Jóhannes evangelistur er sera jaligur, tá hann greiðir frá, tí bæði Jesus og Jóhannes doyparin arbeiða fyri somu søk, og Jesus er høvuðspersónurin. Tað er einans sonur Guðs, ið hevur megi at byggja brúgv millum syndaran og Guð, so at vreiðin, sum Jóhannes tosar um, broytir skap og verður til eitt kærleiksforhold.

Jóhannes doyparin kallar seg vinur brúðgómsins, sum gleðir seg saman við brúðgóminum. Doyparin er ein týdningarmikil figurur í Nýggja testamenti, men hann hevur ikki høvuðsleiklutin. Hann spælir aðru violin í Várharrasa symfoniorkestri.

Vinur brúðgómsins er fleiri staðni í Bíbliuni brúktur sum mynd upp á fyrimyndarliga vinin, sum gleðir seg vegna brúðgómin og saman við brúðgóminum. Teir eru ikki konkurrentar. Sjálvt um tað ikki er siður hjá okkum í Føroyum at brúka trúlovara til vígslur, kenna vit fyribrigdið frá t.d. amerikonskum filmum (”Best man”), og sum prestur upplivi eg á hvørjum ári, at útisetar hava trúlovara við, tá teir koma heim at giftast. Trúlovarin kallast eisini sannleiksvitni, og er typiskt besti vinmaður brúðgómsins. Hann ger alt, hann kann, fyri at brúdleypið skal eydnast væl. Kærleiksveitslan skal fyrireikast væl, og alt skal spæla væl av.

Annaðhvørt ár verður hetta evangeliibrotið lisið til gudstænastur triðja sunnudag í advent sum troyst og áminning um, at sjálvt um heimurin kann tykjast kaotiskur, og fólk eru særd, er Jesus alla tíðina nær og ber øllum frið, sum kenna møði og stríð. Jesus vitjaði foldina við mildleika og gleðiboðum og vit skulu bera tað við okkum út í dagin og gleðast um lívið saman við teimum, sum vit møta.