Hósdagur 13.mars: Skomm, mørk og kærleiki

Kap. 4,1-42

Inngangurin slær fast, at Jesus er vorðin populerari enn Jóhannes doyparin, og at tað er komið farisearunum fyri oyra. Jesus velur tí at halda lágan profil og sleppur sær avstað. Straks fáa vit enn eina sterka frásøgn úr Sámária, tí tað ber ikki til at renna undan. Guðs ríki vellur fram sama, hvar Jesus fer.

Kvinnan lýgur um sítt forhold til menn, tí hon skammast. Jesus veit, at hon lýgur, men hann sær meira enn lygnina – hann sær eina kvinnu, sum er berari av heimleysum kærleika.

Hennara lygn er, at hon ikki hevur ein mann. Hon hevur havt fimm, og nú hevur hon hin sætta. Tað er kanska satt, at hann ikki er hennara, tí vit gita, at tey ikki eru gift,– men hon veit altso, hvat ein maður er.

Jesus avdúkar tað, sum kvinnan roynir at goyma burtur. Kenslan av skomm er so sterk, at ein og hvør menniskja fjalir sína skomm og dylir hana sum mansmorð. Skommin livir og nørist í myrkrinum, men missir takið, tá ljós verður varpað á, og tað er tað, sum Jesus ger

Teksturin snýr seg um skomm, mørk og kærleika.

Tað er Jesus sjálvur, sum byrjar at stíga yvir um mørk. Fyri tað fyrsta vendir hann sær til eina kvinnu. Tað var ikki vanligt. Til eina fremmanda, sámáritanska kvinnu – tað ger man heldur ikki. Meðan tey eru einsamøll – tað er púra óhoyrt. Jesus brýtur fleiri óskrivaðar reglur fyri at fáa tað menniskju í talu, sum stendur yvir fyri honum. Og so kastar hann trumfin: «Tú hevur havt nógvar menn, eg veit tað.» Har stendur hon, púra avdúkað.

Jesus sær hana. Hann sær kærleikan, hon gevur so ríkiliga av, men hann bjóðar yvir. Kærleikin fjalir fjøld av syndum. Við guddómligum myndugleika bjóðar hann yvir tann kærleikan, hon kennir til. Jesus brýtur allar múrarnar niður, sum eru teirra millum, og sær hana sum eitt elskað Guðs barn. Tað næsta, sum hendir í søgugongdini er, at hon fer avstað sum ein ápostul og umvendir sámáriubúgvar við sínum vitnisburði.

Góðar relatiónir bera kærleika og álit við sær – og truplar relatiónir eru eyðkendar við at mangla júst hetta. Kærleiki er heitur í nærveru og ísakaldur í fráveru. Báðir variantar eru ómetaliga sterkir.

Relatiónin millum Jesus og kvinnuna er heilt ítøkiliga avmyndað. Tey bera vatn sínámillum. Kvinnan hevur eitt kar og er von at heinta vatn, tí hon verður tyst hvønn dag. Men so ein dagin fær hon bjóðað tað vatnið, sum ger, at hon ikki longur hevur karið fyri neyðini. Nú skal hon ongantíð aftur tysta. Jesus ber henni viðurkenning, álit og ró. Tað livandi vatnið skal symbolskt leiða tankar okkara á bæði frumhav og dópsvatn – sum eru dropar av ævinleikanum. Jesus stígur um mørk við lekidómi fyri eyga.

Í dag er einki óvanligt í, at ein kvinna mussar nakrar froskar áðrenn prinsurin vísir seg. Sama við monnum. Men evangeliið má lesast í sínum egna samanhangi, og tá á døgum var hetta ein gøla. Kvinnan við brunnin hevði alvorliga órudd í skabelónini fyri sínum lívi, men skabelónin var bara eitt uttari tekin um tað, sum veruliga nívdi.

Ein kvinna, sum elskar ov nógv – elskar mangan seg sjálva ov lítið. Kvinnan við Sikar brunn er ofta útskammað sum bílig, men hennara veruligi trupulleiki var ikki tað, sum hon hevði givið monnum, men tað, at eingin av teimum hevði givið henni tann kærleika, sum hon hevði fyri neyðini. Kærleikan, sum ikki stingur av ella krevur nakað afturfyri, men harafturímóti tolir alt, trýr øllum, vónar alt, ber alt. Soleiðis er bara Guð. Relatiónin til hin upprisna heldur vatn – livandi vatn, sum vellir treytaleyst úr himmalsku slúsunum.