
Fríggjadagur, 14. mars
Kap. 4,43-54
Jesus steðgar ikki leingi í Sámária. Einans tveir dagar, so er hann aftur á veg til Kána, har vit fáa annað tekinið: søguna um kongsmannin í Kapernaum, hvørs sonur liggur at doyggja.
Eitt foreldur við einum sjúkum ella lívleysum barni í føvninginum – tað er útgangsstøðið fyri at skilja guðsforholdið í nógvum bíbliusøgum. Tað fullkomna ráðaloysið og maktarloysi er har okkara kreftir ikki røkka longur, og har er Guðs tilsøgn um eina nýggja byrjan. Vónin verður einans birt sum aftursvar til vónloysi.
Pápin í dagsins evangelium er kongaligur embætismaður og sostatt jødi úr Galilea. Hann er vanur við bæði at taka ímóti boðum, men eisini at geva boð. Hann er í einari støðu, har góð ráð eru dýr, tí sonurin er sjúkur, og tað stendur ikki í hansara makt at venda støðuni. Tí fer hann avstað at leita eftir Jesusi, ið eisini er á ferð, sjálvt um tað kann tykjast mannminkandi hjá einum kongsmanni at gera so.
Frástøða er eitt lyklaorð í dagsins teksti. “Kom við mær heim áðrenn sonur mín doyr”, biður kongsmaðurin inniliga. “Tað er ikki neyðugt”, sigur Jesus, “far heim, sonur tín livir”. Frástøðan nýtist ikki verða nøkur forðing.
Trúgvin, orðið og gerningurin eru flættað saman her. “Tit trúgva ikki orðinum, um tit ikki síggja gerningin”, sigur Jesus, og vísir til vínundurið. Kongsmaðurin sigur “jú, eg trúgvi”, og biður um gerningin. Og úrslitið, tá hann kemur heim, er at alt húskið hevur sæð og trýr. Pápin hevur trúð vegna sonin og Jesus hevur lekt hóast í fjarstøðu. Hann lekir ikki við trúnni sum endamáli, men tí hann er noyddur av einum desperatum pápa. Vínundurið, sum var fyrsta tekinið í Jóhannes evangelinum vísti, hvussu undurið elvdi til trúgv, men hetta gongur øvuta vegin – frá trúgv til undur. Tí – Livandi orð eru meira enn bókstavar, tey eru andi. Og Jesu orð, ið hevur klangbotn í ævinleikanum, megnar at grøða uttan mun til frástøðu í tíð ella geografi, tí trúgvin er bindiliðið millum tíð og ævinleika.
Kongsmaðurin er opin fyri Jesu orði, tá neyðin kemur á gátt, og tá verða bæði sonurin og alt húskið umskapað í trúgv. Hetta er fyrstu ferð Jóhannes evangelistur visir á, at ein meinigheit tekur skap. Húskið fær ein felagsskap í Kristi, hóast frástøðu. Hetta fyribrigdi eitur ein prolepsa, tvs. tað verður lagt upp fyri tíðina eftir Jesu deyða og uppreisn, har fólk savnast til gudstænastu í trúgv og í fjarstøðu í tíð. Kongsmaðurin fekk eitt orð og eina vón at fara heim aftur við, júst sum kirkjuliðið fær tað til hvørja guðstænastu.
At standa máttleysur við einum doyggjandi barni og rópa eftir hjálp í fjarstøðu gevur einans meining, um tann, ein rópar eftir, hevur tað valdið, einum tørvar. Kristna vónin liggur í tí, at allar okkara líðingarsøgur eru tvinnaðar saman við eina størri søgu. Kristindómurin er grundaður á søguna um Várharra, ið sá neyðina hjá menniskjum og vakti deyða sonin hjá sær upp til lívs, menniskjum til sælu.
