Leygardagur, 15. mars: Verður tað ongantíð mín túrur?

Jóhs. kap 5, 1-18

Várharra sær tann yvirsædda – tað er boðskapurin, ið gongur sum ein reyður tráður gjøgnum evangeliini.

Jóhannesevangeliið kapitul 5 byrjar við kendu søguni um sjúka mannin við Betesdahylin.

Maðurin hevur ligið í 38 ár og bíðað eftir, at tað verður hansara túrur. Einki týðir uppá at tað verður hansara túrur, tí hann er ov lamin at sleppa framat. Har er bara ein vinnari hvørja ferð eingilin kemur og skapar røring í vatnið, restin eru taparar. Og Jesus vendir sær til taparan og spyr: “Vilt tú verða frískur?”

Betesda merkir “miskunnar-hús”. Ironiskt er tað, tí tað sum vantaði, var nettupp miskunnsemi. “Eg havi einki menniskja”, sigur hin lamni við Jesus. Fjøld av menniskjum hevur gingið framvið honum gjøgnum árini uttan at vísa tað miskunnsemi at hjálpa honum út í vatnið. Har má okkurt guddómligt henda, skal tað lukkast, tí skjótt er tað ov seint. 40 ár er eitt bíbilskt tal, og 38 er tætt við.

Vit hoyra, at tað er sabbat, tað er heiligdagur, og jødarnir vóru argir um, at Jesus gjørdi undur á sabbatsdegnum, sjálvt um nógv onnur handlaðu á sabbatinum. Moralur er góður – dupultmoralur er dupult so góður, sigst. Men Jesus tók altíð menniskjuna fram um lógir. Og har var talan um ein sjúkan, sum einki menniskja átti.

Ein eingil skapti røring í vatnið. Jesus er tað menniskja, sum kemur frá Guði og skapar røring bæði í sinni og náttúrulógum, tá hann við guddómligum myndugleika lekir tann líðandi. Vit fáa sjálvandi sterkar associasiónir til dópsvatnið, sum reinsar og lekir. Tað eru bara fýra søgur um lekidóm í Jóhannesevangeliinum. Talan er um ein heidning, ein lamnan, ein blindan og ein deyðan. Allir hava teir tað til felags, at tað er profeterað um teir. Tað slóðbrótandi er, at við Jesusi verður tað ómøguliga møguligt. Tað er ein kosmisk endurskapan, talan er um, tá tað ómøguliga hendir – í hesum liggur nýggi sáttmálin, sum Guð rættir menniskjum.

Vilt tú verða frískur? Tað ljóðar eitt sindur forhánisligt í okkara oyrum, tí sjálvandi vil man tað, um man hevur ligið soleiðis í 38 ár. Teologar hava í øldir undrast yvir henda løgna spurningin, og hugsað – ber tað til ikki at vilja verða frískur? Ja, kanska um ein heldur vil verða eitt offur. Tað kemur fyri, at fólk kenna tryggleika í at verða offur í egnum lívið – hetta var tað, sum tað bleiv til, vónandi taka hini synd í mær.

Men um vit ikki leggja dent á “vilt” men á “frískur” – altso vilt tú verða frískur – merkir tað : vilt tú taka ímóti hesa gávu – á sama hátt sum vit spyrja við doypifuntin: vilt tú verða doyptur? Tekur tú ímóti tí, sum bara verður givið sum gáva?

At standa í bíðirøð í 38 ár og vóna, at ein dag verður tað mín túrur, er ein vón um rættvísi. Lívið er ikki rættvíst. Men søgan um Jesus er søgan um Guðs rættvísi, og hjá Guði er rættvísi tað sama sum miskunnsemi. “Eg havi einki menniskja.” Soleiðis siga fólk enn í dag. Vit kunnu verða tað menniskja, sum tørvur er á og vóna, at Várharra enn vil skapa røring í, um vónin slóknar.

“Eg havi einki menniskja”, sigur maðurin við Jesus, og vit skilja, at tað at gerast frískur hevur okkurt at gera við samband. Ein má hava eitt menniskja fyri at koma víðari. Jesus bjóðar seg fram, men ístaðin fyri at blaka mannin í hylin, sum annars var planur A hjá sjúklinginum, sigur hann: “Reis teg upp!” Planur B er betri, vísir tað seg. Loysnin er at fáa viðurskiftini í rættlag aftur – og Jesus er hjá, bæði sum menniskja og Guð. Tá kemur røringur í í hansara lívi. Hann fær eitt menniskja og ein Guð. Tá verður andaliga málið broytt.  Í staðin fyri at biðja, vóna og halda út – fer hann á føtur, takkar og lovprísar.