
Mánadagur, 17.mars: Eingin fer illa av, at ein annar fer væl?
Kap. 5,16-47
Evangeliiðbrotið er ein uppfylging av undurfrásøgnini fyrst í kapitlinum. Jesus hevur júst grøtt sjúka mannin við Betesdahylin, og ein skuldi kanska hildið, at ein slík staðfesting av guddómligu myndugleika hevði gjørt hann populeran, men altíð er onkur, ið fær ilt av, at ein stingur nøsina ov langt fram. Tað er í roynd og veru eyðkent fyri søgunar í Nýggja testamenti, at tess meira Jesu sanni samleiki verður opinberaður, tess meira hatur veksur hatrið hjá hansara mótstøðufólki, og til endans verður tað grundgevingin fyri at taka hann av døgum. Í staðin fyri at síggja Guðs stórverk í undrinum, missa teir seg í kyniskum paragraffrytteríi og ákæra Jesus fyri at hava grøtt á sabbatsdegnum, tí sambart móselógini er ikki loyvt at arbeiða á hvíludegnum. Hetta lógarbrot og tað, at Jesus kallar Gud faðir (tað var mett at verða guðsspottan) ger, at teir vilja hava hann tiknan av døgum. Og tá Jesus svarar aftur við orðunum: „Faðir mín arbeiðir til nú; eg arbeiði eisini” og undirstrikar, at hann og faðirin eru tvær síðir av somu søk, og at Jesus bæði hevur fingið dómin og æviga lívið litið upp í hendur frá hægsta stað, er provokatiónin ikki at fara skeivur av. Tað er rein guðsspottan í teirra oyrum. Endamálið við at grøða á sabbatsdegnum í Guðs navni er tó ikki provokatión, men ein stafesting av, at lívið í Guði ikki letur seg avmarka. Guð er altíð størri enn reglurnar, sum jú eru til fyri menniskjunnar skyld. Guð sjálvur virkar har, hann vil, og tá hann vil.
Restin av kapitul 5 er ein útlegging av forholdinum millum faðirin og sonin. Jesus ger seg ikki Guði líkan, hann er Guð, eins og hann hevur verið síðan upphav tíðarinnar, jf. Preeksistensin, sum var umrøddur í kapitul 1. Jesus gevur soleiðis jødunum viðhald, tá teir leggja fram ákæru ímóti honum, tí hann sigur seg at verða Guði líkur. Tað er júst tí, hann kann loyva sær at gera undur á hvíludegnum.
Í kapitul 5 hoyra vit fyri fyrstu ferð, at Jesus kemur í konflikt. Viðurskiftini millum Jesus og jødarnir eru sera spent í Jóhannesevangeliinum, og hevur tað at gera við ta tíðina, evangeliið er skrivað. Nógv ár ganga frá Jesu deyða og inntil talan er um ein stovnaðan kristindóm. Fyrstu 100 árini eru tey kristustrúgvandi at rokna sum sekterisk rørsla í jødadóminum, og tey uppfata seg framvegis sum jødar, hóast teirra fatan av Jesusi sum Messias ikki er viðurkend. Tá Jóhannesevangeliið tekur skap uml. ár 100 eru tey kristustrúgvandi av álvára farin at líkjast einum bólki við egnum samleika, sum brýtur frá siðbundnum jødiskum praksis. Kristindómurin tekur skap so við og við, og tørvurin á tekstum, ið útgreina teirra trúgv, veksur.
Sjálvt um fleiri evangelii longu eru skrivað, tá Jóhannes spískar sær pennin, eru tey ikki savnað saman til eina bíbliu, og einans ein lítil partur av fólkinum hava dugað at lesa. Søgurnar um Jesus eru munnliga yvirleveraðar og evangelii og Paulusbrøv eru farin í umferð í avskrift. Úmframt evangeliini hjá Mark, Luk, Matt og Jóh hevur ein ørgrynna av tekstum verið í umferð, eisini tey, vit í dag kalla apokryfur, tvs loynilig. Dømi um tað eru Mariu-evangeliið, Tummasevangelið, ið bróta frá í stíli, sosialt og á summum økjum teologiskt. Tá Bíblian verður sett saman og kanoniserað í fjórði øld, er ein ritstjórn av biskupum, sum avger, hvat er hóskandi at taka við og ikki. Hetta at avmynda kristna trúarlívið heilt upp til okkara tíð. Fleiri tekstir, brøv og evangelii hvørva, men koma fyri ein dag næstan 2000 ár seinni. Áhugavert er at lesa tekstirnar, tí hóast teir ikki hava sama kanoniseraða týdningin, endurgeva teir tó tíðina, tá teir vórðu skrivaðir og lívið í teimum fyrstu meinigheitunum.