Týsdagur, 18. mars: Breyð og havsneyð

Kap 6, 1-21

6. kapitul er hendingarríkur. Fyrst mettar Jesus 5000 fólk, náttina eftir møtir hann lærusveinunum á vatninum, næsta dagin útleggur hann breyðundrið fyri fólki, sum hava leitað hann upp, og at enda verður Judas kallaður djevul. Søgugongdin hevur breyð sum útgangsstøði, bæði ítøkiliga og í myndatalu, og Jesus fær bæði fleiri fjepparar og fleiri mótstøðufólk.

Breyðundrið er einasta undurfrásøgnin, ið er í øllum fýra evangeliunum. Tað undirstrikar, hvussu sentral máltíðin hevur verið í fyrstu kirkjuliðunum. Jesus talaði til fólk, ið kendu til svongd! Tað at mettast likamliga var týðiligasta teknið upp á tað, sum mennisjkan hevur tørv á, bæði til likams og sálar. At halda gudstænastu saman var tá tað sama sum við at eta saman, so breyðið hevði bæði praktiskan og rituellan týdning.

Vit kunnu ikki hoyra um breyðundrið uttan eisini at hoyra eina tilvísing til altarborið, har Jesus sakramentalt brýtur breyðið, likam sítt, og býtir tað út til kirkjuliðið – lívsins breyð.

Við breyðmetaforinum vísir Jesus eisini óbeinleiðis til søguna um mannaundrið í Gamla testamenti, sum ein og hvør jødi kendi. Mannaði, ið fell av himni, mettaði bert ein dag í senn, sum eitt breyð, men Jesus trumfar hetta við at verða tað breyðið, sum mettar áhaldandi. Eitt sentralt orð í Jóhannesevangeliinum er pneuma, ið merkir andi. Føðin, sum mettar um ævir, er Guðs andi, sum er ævigur.

Fólk, sum livdu á Jesu døgum, vóru ikki so bilsin um mirakuløsar hendingar, sum vit eru í dag. Nógvar søgur vóru um gandakallar, ið gjørdu ótrúlig kynstur. Tað er vert at fáa við, tí bæði góðar sum óndar kreftir útintu yvirnatúligar gerðir. Undrið er í sjálvum sær ikki eitt gudsprógv, men eitt tekin til trúgv. Undrið skal altíð peika aftur á tann, ið virkar tað. Breyðundrið er eitt tekin til trúgv á hann, sum er lívsins breyð.

Tá dagurin er liðin, seta lærusveinarnir seg í bátin, men tá teir fara yvirum vatnið, verður nógvur vindur og teir ræðast. Jesus kemur til teirra á vatninum og teir koma at landi í øllum góðum.

Vit hoyra har tilvísing til søguna um illveðrið á vatninum, hóast Jóhannes ikki er so nágreiniligur í smálutunum sum hinir evangelistarnir. Myndina er lætt at seta seg inn í hjá føroyingum, sum hava ferðast á sjónum í øllum veðri. Henda søgan er, eins og breyðundið, ein mynd upp á Guðs samleika. Trýr man upp á eina hægri makt, er tað ikki harvið sagt, at maktin er góð. Søkja vit bara Guð í náttúruni, kundi úrslitið væl verði øvut, tí náttúran er eisini oyðandi.

Bara Jesus vísir, at Guðs vera er kærleiki og ikki kynisk destruktión. Hetta høvdu vit ikki kunnað sagt okkum sjálvum við at stara niður í aldunar. Tað má opinberast, at har eru góðar kreftir til, sum bera, eisini tá á stendur.

Ringt er at lesa tekstin uttan at koma at hugsa um illveðrið, sum Matteus greiðir frá, har Pætur, gongur á vatninum. Pætur stígur út úr bátinum og gongur eftir vatninum nøkur fet, áðrenn hann byrjar at søkka. Bara við hjálp frá Jesusi, kemur hann uppaftur. Hann so at siga, lænir trúnna hjá Jesusi, har hansara egna trúgv viknar. Trúgvin er ein útrætt hond. Frá einum vini, sum vil einum alt tað besta. Pætur hvørki kann ella skal ganga á vatninum, men frímóðigur liva við tí kunnleika, at hann ongantíð kemur at gera tað. Lærusveinarnir verða ikki ballaðir inn í vatt, men fáa tekin til trúgv uppá at Jesus er innanborða í lívi teirra.