Mikudagin 19.mars: Eg eri…lívsins breyð

Kap 6,22-71

Dagin eftir, at Jesus hevur gjørt breyðundrið og gingið á vatninum er mannamúgvan undrandi – hvar er Jesus farin? Tey hava ikki varnast, at hann er farin avstað, og tey fara út at leita eftir honum. Jesus er hinumegin vatnið í Kapernaum, tá tey finna hann. Hann er skjótur at avdúka, at tey eru komin eftir honum vegna breyðundrið, sum tey hava upplivað, og at tey ikki síggja týdningin av tí í einum størri samanhangi. Hann er ikki komin til teirra fyri at ganda breyð fram hvørja ferð, tey eru svong. Han er komin fyri at vísa, at Guð er nærverandi og mettar menniskjuna við sínum lívgevandi orði, eisini tá Jesus ikki er til staðar. Jesus er ikki komin fyri at gerast kongur hjá skaranum í hesum heimi, hóast hansara vera sum upprisin kann sigast at verða ein kosmiskur kongur, fullkomna ímyndin av Guðs “logos”.

Tað er ikki ringt at skilja, at mannamúgvan leitar eftir svari, tí tað, sum Jesus hevur gjørt, er so ótrúligt, at tað krevur nærri útgreining. Hvør ert tú í grundini, Jesus? Svarið, tey fáa, er í tráð við svarið, sum kemur hvørja ferð, menniskjan nærkast tí guddómliga: “Egå eimi”, stendur á grikskum. Eg eri. Hetta er formilin, sum eisini varð brúktur, tá Guð sýndi seg fyri Mósesi í brennandi tornarunninum. Í Gamla testamenti standa tilsvarandi orðini á hebraiskum. Vanligt er eisini at Guð verður kallaður Jahve, sum merkir: Eg eri tann, eg eri.  Ella á grikskum: Egå eimi – eg eri tann, eg eri. Soleiðis svarar Guð – og við Jesusi verður ein mynd sett á: Eg eri lívsins breyð. Hitt sanna breyðið, sum kemur av himni. Hesin gamaltestamentligi mátin at svara uppá vísir, at ein ikki kundi tosa beinleiðis um tað guddómliga. Menniskjur máttu bera seg varisliga at, um tey vildu koma nærri tí guddómliga. Vit fáa her í Nýggja testamenti nýggjar myndir í orðum, sum vísa til Guðs. “Egå eimi” sigur Jesus við aldargomlu málberingini. Eg eri lívsins breyð. Myndir eru neyðugar, tí har ígjøgnum letist eitt vindeyga upp til Guðs veruleika, ið samstundis er bæði líkur og ólíkur okkara veruleika.

Jesus tulkar sjálvur breyðundrið fyri mannamúgvuni, tá hon leitar hann upp. Tað ótrúliga er ikki einans, at fólkini fingu at eta. Tað, sum hevur týdning, er at skilja, hvat breyðundrið var tekin um. Tekin og týðing hoyra saman. Teknar eitt barn ein reyðan tríkant á eitt pappír, er tað bara ein reyður tríkantur. Men hongur ein reyður tríkantur á einum pela við vegjaðaran, merkir tað nakað annað. Tá er tað eitt tekin til bilførarar, sum merkir “steðga!”.

Í Jóhannesevangelinum eru undrini ikki einans ein staðfesting av Jesu guddómleika. Har peika undrini altíð á nakað størri; tey eru tekin, sum skulu skiljast. Og tá hann og lærusveinarnir møtast aftan á breyðundrið, tosa teir nettupp um hetta, at teir ikki hava skilt, hvat tað snúði seg um.

Við myndataluni um breyðið, vísir Jesus eisini óbeinleiðis til søguna um mannaundrið, sum ein og hvør jødi kendi. Mannaði, sum fell av himni, mettaði bert ein dag í senn, sum eitt breyð, men Jesus trumfar hetta við at kalla seg sjálvan lívsins breyð. 

Kanst tú gera sum Móses gjørdi í oyðimørkini? Men tað var ikki Móses, sum gjørdi tað, sigur Jesus, tað var Guð. Og Guð gevur enn. Men teir skulu læra at síggja Guð í tí, sum hendir. Tað er, sum vil hann siga: “Breyð, sum dettur av himni er ikki nógv øðrvísi enn korn, sum veksur á markini.” Guðs gávur eru eisini í tí natúrliga, men vit mugu stilla linsuna, so vit bera eyga við tekinini. Somuleiðis skulu vit síggja Jesus sum meira enn ein mann. Hann er í sjálvum sær bæði eitt tekin um og sjálv holdgeringin (inkarnatiónin) av Sannleika við stórum S. Tað, sum í fyrsta kapitli eisini verður nevnt Logos.