
Hósdagin 20.mars: Brøðralag og orðadráttur
Kapitul 7
Tað er ikki nógv, vit hoyra um biologisku familjuna hjá Jesusi, men fyrst í kapitul sjey er Jesus saman við beiggjum sínum. Teir tykjast ikki at leggja so nógv í Jesu læru, men spæla kortini eitt slag av coaches/ráðgevum hjá Jesusi í tí, at teir eggja honum til at fara til Júdeu og læra frá sær um Guð. Hevur man ein boðskap, nyttar lítið at krógva seg burtur! Jesus vísir til, eins og hann gjørdi, tá mamma hansara eggjaði honum til at gera eitt undur í Kana, at tími hansara ikki er komin, tí hann veit, at hansara virki at enda fer at taka hann av lívi. Beiggjarnir gera seg til reiðar at fara til leyvsalahátíðarhald og vilja hava Jesus við, men hann heldur seg aftur, tí jødarnir liggja honum eftir lívinum.
Leyvsalahátíðin er ein takksemisveitsla fyri Guðs trúfesti og nærveru tey 40 árini, ísraelsfólk gekk í oyðimørkini. Navnið stavar frá siðinum at gera smáttur úr leyvi eins og jødarnir gjørdu tá. Samstundis er hátíðin ein takkargerð fyri ávøkst, og fer hon av bakkastokki fimm dagar eftir Yom kippur, sóningsdagin.
Hóast Jesus ikki tekur av tilboðnum um ferðalag við beiggjunum, fer hann kortini avstað í loyndum, og hann endar sum ikki einaferð við at fortelja og læra frá sær um Guð. Hann lærir frá sær við myndugleika hóast ólærdur, tí hann er eitt við faðirinum. Orðadrátturin teirra millum er um móselógini, rættvísi og dóm. Jesus fílist á dupultmoralin í, at hann verður klagaður fyri at grøða á sabbatsdegnum (við betesdahylin) tá jødarnir sjálvir umskera dreingjabørn á hvíludegnum, hóast tað ikki stendur um lív. Sambart skriftini er Messias fremmandur, og tí kann tað ikki verða Jesus, halda teir, tí ein og hvør veit, at hann er úr Nasaret.
Fleiri dømi um vendingar, ið eru serligar fyri Jóhannesevangelist, verða brúkt í ávíkavíst ørindi 6 og 7, nevniliga “Tímin”/(tíðin) og “Heimurin”.
“Tá sigur Jesus við teir: «Tíð mín er ikki komin enn; men hjá tykkum er tíðin altíð lagalig.” Ør.6
“Tíð mín” ella “tímin” er eitt slag av kotu til lesaran um Jesu deyða og uppreisn. Tímin er løtan, har Guðs almáttur verður opinberaður. Meira Jesus greiðir frá um Guðs sakir, tess størri mótstøðu fær hann, og mótstøðufólkini fara til endans at taka hann av lívi. Guðs tími fer at koma fyrr ella seinni, men ikki enn. Tí eydnast tað ikki jødunum at fáa hendur á Jesusi.
Tíðarkenslan í Jóhannisevangeliinum er sum heild meira flótandi enn hjá synoptikarunum (Matt, Mark, Luk), tí teir hava sett evangelii síni saman sum ein kronologisk hendingargongd. Í Jóhannesevangelinum virkar Jesu tala meira yvirnatúrlig. Tað tykist, sum er tað hin upprisni Kristus, ið talar longu áðrenn hann doyr. Meðan søgugongdin er berandi bygnaðurin hjá synoptikarunum, byggir Jóhannes sítt evangelium upp um hugtøk og teologiskar kotur, sum ganga sum ein reyður tráður heilt frá prologinum í kapitul eitt til uppreisnina í kap. 20.
“Ikki kann heimurin hata tykkum; men meg hatar hann, tí at eg vitni um hann, at gerningar hansara eru óndir. “ ør.7
“Heimurin” er eitt hugtak hjá Jóhannesi. Heimurin er staðið, har menniskjur kappast um at verða best, verða fremst og fáa mest, um tað so gongur út yvir onnur. Í heiminum liva menniskjur uppá tíðarinnar fortreytir og teirra gerningar eru fyri egnan vinning. Í heiminum hevur alt ein konsekvens og tað førir við sær øvund, synd og deyða – myrkursins gerningar. Mótsetningurin har til er ljósið, Guðs veruleiki, sum er innrættaður eftir guddomligu ætlanini, Logos. Jesus er sjálv ítøkiliggerðin av hesum prinsippinum, tí hann er eitt við Guð og hevur verið til síðan upphav tíðarinnar (preeksistensurin). Í Guðs veruleika er tíðarinnar forgeingiligleiki skiftur út við ævinleika, og menniskjan fær náði ístaðin fyri revsing (konsekvens). Guð megnar so at siga at spola tíðina aftur og gera ógerðina óskaðiliga við síni fyrigeving, tí hann er sterkari enn myrkrið – sum tað poetiskt verður sagt í Kap 1,5: “Og ljósið skínur í myrkrinum, og myrkrið tók ikki við tí.”
Trúarinnar eyga sær hetta og er tí heilt frítikið frá dómi smb. Jóhannesi. Kærleikin er tann megi, sum ógildar tíð, konsekvens og dóm – við øðrum orðum alt tað, sum hoyrir heiminum til.
Ørindini 37-38 nema eisini við sera sentral orð í Jóhannesevangelinum: Livandi vatn og andi. Jesus rópar skriftorðið: Tann, sum trýr á meg, úr lívi hansara skulu, soleiðis sum skriftin hevur sagt, renna løkir við livandi vatni.» Hesi orðini skulu, sum vit seinni fáa at síggja, ganga út, tá Jesus er krossfestur og vatn rennur úr síðuni, har sum hann verður stungin. Vatnið leiðir tankarnar bæði til bæði frumhav, fosturvatn og dópsvatn, føðing og endurføðing.
Í endanum av kapitlinum møta vit Nikodemusi aftur, hann, ið kom til Jesus ta einu náttina við einum trúarspurningi, ið júst snúði seg um endurføðing við vatni og anda. Nikodemus, sum er ráðharri hjá jødunum, roynir at verja Jesus og er um at avdúka, at hann er vorðin viðhaldsfólk hjá Jesusi – ein loynilig vitan, sum vit lesarar fingu í kapitul 3.