
Kap. 8, 1-36: Man skal ikki kasta við steinum, um man býr í einum glashúsi
Innihaldsliga hongur 8.kapitul saman við tí 7. Jesus er enn til leyvsalahátíð, har hann undirvísir og diskuterar við jødanar á tempulplássinum.
Fyrsta brotið er sterka søgan um kvinnuna, ið er tikin í hordómi. Talan man hava verið um kynsliga samveru uttan fyri hjúnalag, og ein kann undrast á, hvar tann samseki er, men tað tykist ikki at hava týdning. Søgan er uppbygd, sum var tað ein filmur og smálutirnir detaljeraðir. Fariseararnir og teir skriftkønu royna at fella Jesus, tá teir stilla kvinnuna framman fyri hann til spott og biðja hann fella dóm eftir galdandi lóg. Jesus skrivar í sandin og sigur loysnarorðini, at tann, ið er syndafríur, kann kasta fyrsta steinin, og soleiðis verður hon fríkend. Søgan er góð og hóskar væl inn í samanhangin, har talan er um dóm, men hon stendur upprunaliga ikki í Jóhannesevangeliinum, lesa vit elstu handritini. Søgan hevur figurerað í øðrum tekstum í Nýggja testamenti og hevur so við og við funnið sær veg inn í Jóhannesevangeliið og vorðin partur av traditiónini.
Síðan heldur Jesus fram við at greiða frá sínum samleika. Hann er ljós heimsins og eitt við Faðirin.
Eg tali ikki av mær sjálvum -Eg og Faðirin eru eitt og eg eri tann, eg eri – leggur Jesus fyri, og hetta temaið er sera eyðkennt sera fyri Jóhannes: At verða knýttur at lívinum úr frumhavinum og hava ævinleika í sær. Tá Jesus og Guð eru eitt, døma teir eisini eins.
Ævig vera:
Lívið í Guði heldur á, og jødarnir kendu so væl tankan, tí ein av teirra kendastu søgum er tá, ið Guð sýnir seg fyri Mósesi sum ein brennandi tornarunnur. Har er ljós, hiti og ævinleiki í somu mynd, tí runnurin brennur, men brennur ikki upp. Guðs rødd ljóðar til Móses: «Eg eri tann eg eri». Við øðrum orðum – Guðs vera er at vera. Tað er tað, sum navnið Jahve merkir. (Alt hetta, sum jødiska søgan inniheldur, gongur aftur í evangeliiunum, har Jesus sigur, at hann er eitt við Faðirin, sum segði «eg eri tann eg eri» og lat guddómliga ljósið streyma úr ævinleikanum.)
Veran er tað, sum knýtur Guð, Jesus og menniskjur saman og hetta bandið kann ikki slitna. Faðir og sonur eru eitt, og menniskjur, sum í dópinum fáa lut í Guðs anda (pneuma) eru á sama hátt umfatað av ævinleikanum. Tá jødarnir í evangeliinum seta seg uttanfyri, kann tað lýsast við, at teir stíga út úr tí ljósinum, sum streymar til øll frá Guði. Teir siga seg vera eftirkomarar Ábrahams og harvið arvingar til Guðs ríki, men Jesus umdefinerar, hvat tað vil siga at verða arvingur. Tað snýr seg ikki longur einans um at verða føddur jødi, men um at viðurkenna sannleikan í Jesusi.
Sannleiki:
„Um tit verða verandi í orði mínum, tá eru tit av sonnum lærusveinar mínir, og tit skulu læra at kenna sannleikan, og sannleikin skal fría tykkum,“ sigur Jesus.
Hvat meina vit í grundini við, tá vit tosa um sannleika? Er tað so, at tað ræður um altíð at verða superfaktuellur?- tí tað verður skjótt løgið, og áðrenn vit vita av, hava vit sárað meira enn neyðugt.
Vit søkja svar upp á alt, tað er okkara náttúra, og tað er gott. Men onkuntíð hoyra vit nakað, sum talar til okkum á annan hátt enn fakta, tað veri seg í orðum, tónum, ella nøkrum vit uppliva kensluliga, og tað kann ugga og fáa okkum at vaksa sum menniskjur, um vit lova tí inn.
Tí sum ein faktuellur sannleiki koma vit ongantíð at skilja Guðs mysterium. Sannleiki, skrivað við lítlum, finna vit í til dømis fysikbókum, sum greinar, hvussu verðin rundan um okkum er inrættað. Har er Biblian okkum ikki nógv at gagni.
Men Sannleiki við Stórum S’si er tað, sum Jesus talar um, og tað krevur bæði trúgv og umsorgan fyri næstanum at nærkast tí mysteriinum.
Í teologiska hugaheiminum hjá Jóhannisi er tað ein lýsing av syndini, hetta ikki at vilja lata sannleikans ljós skína á seg. Hugtakið synd kann skiljast upp á fleiri mátar, og her er synd sostatt tað, ikki at vilja lata seg upplýsa av Guði gjøgnum Kristus. Trúgv er at standa í sannleikans ljósglæmu. Jødarnir grundgeva teirra mótstøðu við, at teir ikki vilja verða trælir hjá nøkrum og fáa svarið, at tað ber ikki til at verða trælir hjá sannleikanum. Sannleikin hevur ikki trælir, tí sannleikin fríar.