Leyg.22/3: Djevulsins børn

Kap. 8,37-59

Tit hava djevulin til faðir! Hesi orðini standa sum boygd í neon og blinka, tá ein lesur kap 8,44. Nógv av okkum høvdu óivað ynkst, at evangelisturin hevði orðað Jesu poeng eitt sindur meira pedagogiskt, tí her hava vit við ein tekst at gera, sum veruliga kann mistulkast og misbrúkast. Søgan hevur víst, at hetta evangeliibrotið er misbrúkt, so tað forslær. Tað hevur verið brúkt sum argument fyri jødaforfylging og -týning í øldir, og tað kundi ikki verði meira skeivt. Nasistar hildu nógv av Jóhannesevangeliinum, tí Jesus er so hvassorðaður, tá hann diskuterar við jødarnar. Men Jesus bar einans boð um tað góða, og tá hann her revsar jødarnar, talar hann ikki til hini, men til síni egnu. Jesus var sjálvur jødi, og tí er konfliktin innanhýsis í jødadóminum. Sannlíkt er, at hetta brotið er samankókað av nógvum diskussiónum og konfliktum, sum innihaldsliga hava havt felags eyðkenni.

Granskarar halda, at talan er um, at partar av meinigheitini, sum Jóhannes skrivar til, eru kristin við jødiskum uppruna, og tey hava havt brúk fyri at definera sín samleika av nýggjum. Tað er ikki fyrr enn hetta tíðarskeiðið, at kristindómurin veksur fram sum sjálvstøðug trúarrørsla, tí í nógv ár mettu tey kristustrúgvandi seg sum teir røttu jødarnar. Teir kendu jú Messias! Tá kristindómurin tekur skap, eru tey kristnu av ymiskum uppruna bæði átrúnaðarliga, sosialt og etniskt, og tí verða evangeliir og brøv skrivað, ið eru stílað til ymiskar málbólkar.

Djevulin í Bíbiluni:

Sátan ella djevulin hevur ymiskar leiklutir í Bíbliuni. Í Gamla testamenti er hann ikki Guðs mótpartur, og hann býr í himlinum. Hann er tó undirorðnaður Guði. Hetta sambandið sæst týðiliga í Jobs bók. Í Nýggja testamenti verður djevulin Guðs fíggindi, og teir dystast fleiri ferðir, millum annað í oyðimørkini, inntil Guð til endans sigrar páskamorgun. Sátan byrjar altso sum ein gudssonur og endar í helviti.

Evnið í tekstbrotinum er sannleiki og lygn. Guð er faðir at sannleikanum og djevulin faðir at lygnini. Tað er dualistiskt sett upp.

Sannleiki, á grikskum “aletheia”, hevur tveir týdningar. Tað kann merkja sannleiki sum nakað faktuelt, nakað sum hevur við avdúking at gera. Tað er tað vit meina við, tá vit siga, at sannleikin skal fram í ljósið. Soleiðis brúkar Jóhannesevangelistur ikki hugtakið. Hjá honum er tað meira eitt hugtak, sum snýr seg um, at okkurt er ekta og fyrimyndarligt. Tað er tað sama, sum vit meina við, tá vit tosa um, at onkur er ein sannur vinur. Vit tosa eisini um “tað sanna” lívið. Tá hugsa vit um tað ideella lívið, tað lívið vit droyma um.

Jesus undirstrikar, at har eru tveir uttari pólar, sum menniskjan má fyrihalda ser til, nevniliga, at lygnin og sjálvgóðskan er av tí ónda. Hetta umboða farisearanir og teir skriftlærdu, tá teir vísa Jesu læru frá sær, og tí kallar hann teir djevulsins børn. Har er okkurt, sum ikki er av Guði. Eitt og hvørt smábarn veit instiktivt, nær tað verður møtt við tí góða og trygga, sum bara hevur rót í kærleikanum sjálvum, og nær ikki.  Tað finst eisini nakað, sum ikki er av tí góða, og tað er neyðugt at avnokta. Men Kærleikin og Sannleikin við stórum eru rótfestir í Guði.