
Kapitul 9: Hyggasíggj!
Síggið, hoyrið, syngið! Sansirnar hava nógv at siga, tá ein boðskapur skal kommunikerast, og tískil eru sansirnir ofta í spæli í bíbliusøgum.
Jesus grøðir ein mann, ið er føddur blindur og er hetta 6. av teimum sjey teknnunum til trúgv í Jóhannesevangeliinum.
Aftur hoyra vit, at Jesus grøðir sabbatsdagin, og at tað verður uppfatað sum ein stór provokatión. Harafturat er tað at gera eitt so stórt undur uttan at geva syndini gætur problematiskt, tí so hanga jødisku trúarlærunar um rætt og skeivt ikki longur saman. Alsamt fleiri koma til trúgv á Jesus, og konfliktin tekur til. Jødarnir hava avgjørt at bannlýsa tey úr synagogunum, sum halda seg aftrat Jesusi, og tað er ein hørð refsing, tí tá var ein fullkomiliga útihýstur frá samfelagnum.
Blindi maðurin er nevniliga eitt symbol uppá synd eftir tátíðar mátistokki, tí vanliga fatanin var, at synd og sjúka vóru tengdar saman. Sjúka var revsing fyri synd. Maðurin er føddur blindur, so tað er ikki hann, sum hevur gjørt nakað galið og foreldrini ei heldur, skrivar Johannes. Jesus tekur sær ikki av, um hvørt blindi maðurin ella forfedrar hansara eru syndigir. Jesus reagerar uppá ein tørv- ella neyðstøðu, sum hann eisini hevur gjørt tað hinar ferðirnar, hann hevur gjørt undur, t.d. tá vínið var uppi í Kána ella mannamúgvan var svong.
Í dag vita vit at tað er ikki so, at sjúka er revsing fyri synd. Og tó hava vit í dag lyndi til at útskamma summar sjúkur, tíldømis krabbamein í lungunum ella KOL, tí tær ofta koma av royking. Vit brúka enntá vendingina «at synda», tá vit eta ósunt. Rørsla og kostur verjir eisini móti sjúku, men bara í ein vissan mun. Hevur man tá skyldina í at gerast sjúkur? Tað rætt, at ein samanhangur er, men ikki øll, sum fáa krabba, roykja, og óansæð, so loyvir tað ikki okkum at gera sjúklingar til skyldigar borgarar.
Tað tykist næstan gandakent at lesa, hvussu Jesus blandar spýtt og støv og smyr miksturin á eyguni á blinda manninum, og ritualið minnir um grøðingina av deyva manninum hjá Markusi evangelisti (Mark 7, 31-37) har Jesus letur rødd og oyru upp við spýtti, handaálegging og loysnarorðinum «effata»: lat teg upp! Í báðum førum er talan um at hinum sjúka væntar sansir: hoyrn, rødd og sjón. Boðskapurin í evangeliunum er ikki avmarkaður til, at Jesus einaferð gjørdi undur her og har, tí væl er tað imponerandi, men hvat hjálpir tað øðrum, sum hava brúk fyri einum unduri? Tá Jesus grøðir, hevur boðskapurin nakað at siga teimum, sum sóu tað – og okkum sum lesa um tað – at hann megnar at lata tað upp, sum er latið aftur. Jesus er sjálv ímyndin av, at alt tað, sum bindur menniskju niður, eisini deyðin sjálvur, fellur burtur í Kristi, tí hann er eitt við Faðirinum, ið er ljós, kærleiki og lív. Við undrunum letur Jesus eyguni á menniskjum upp, so tey verða før fyri síggja eina eyka dimensjón í lívinum, sum annars er duld fyri teimum.
V4 Vit eiga at gera gerningar hansara, sum sendi meg, meðan dagur er; nátt kemur, tá ið eingin kann arbeiða. v5 Meðan eg eri í heiminum, eri eg ljós heimsins.»
Fyri at tað yvirhøvur ber til at síggja nakað sum helst, hevur eitt virkandi eygað brúk fyri ljósi. Tá Jesus undirstrikar, at hann er ljós heimsins beint áðrenn hann grøðir blinda mannin, er tað ein tilsiping til, at meðan Jesus er á fold, virkar Guðs andi einans gjøgnum hann sum undur. Eftir at Jesus er upprisin, fer andin at breiða seg – hetta verður nærri greinað seinni í evangeliinum.
Tað er vert at nevna, at ein sjálvandi kann verða føddur blindur og tó hava eitt gott lív, og ein kann eisini verða deyvur og fyri tað hava ein góðan lívskvalitet. Og hinvegin kunna vit eisini siga, at man kann fara gjøgnum lívið við einari klárari rødd uttan nakrantíð at siga nakað skilagott og somuleiðis at hava góð oyru uttan nakrantíð at lurta eftir, tá okkurt týdningarmikið verður sagt. Her má sostatt verða talan um eitt heilt serligt mál, sum Jesus letur upp fyri. Og tað má verða talan um eina serliga hoyrn, sum Jesus gevur.
Nýggja sjónin, sum blindføddi maðurin fær, er frá honum, sum kallar seg Ljós heimsins. Hann verður grøddur og fær eygu, sum síggja tað, sum onnur síggja og meira enn tað – tí hann hevur sæð Guð sjálvan.