
Kapitul 10: Hin góði hirðin
Harrin er hirði mín, ongan sakn eg kenni. Sl 23,1
Tað er kent bæði úr Gamla og Nýggja testamenti, at Guð er sum hirðin, ið røktar fylgi sítt væl. Sálmur 23 í Gamla testamenti klingar við, tá Jesus brúkar hirðamyndina um seg sjálvan, og er tað lætt hjá føroyingum, ið enn varðveita seyðahald, at seta seg inn í. Í okkara egna heimliga umhvørvi hevur sálmaskaldið, Mikkjal á Ryggi, verið undangongumaður við hesum at yrkja Bíbliusøguna inn í føroyska samfelagið. Landbúnaður, djóralív og alt arbeiðslív annars, hevur hann málað á sín serliga hátt við øllum myndunum, hann hevur yrkt, harímillum “Eg veit ein góðan seyðamann”. Hann sigur søguna um hin góða hirðan fyri okkum so væl og trúligt, at vit kenna okkum aftur í henni. Hann sær føroysku náttúruna við fjøllum og dølum. Han málar við væl valdum orðum á sín eyðkenda hátt myndina fyri okkum, so hon er púra greið, og vit ivast ikki eina løtu í, hvat her meinast við. Hirðin er sterkur. -hann hevur sterkar hendur og hjarta og ivaleyst av kærleika til øll. Hansara sterka hond er ment at leiða øll, ikki til undirgangs og vanlukku, men trygt fram á leið. Ein hirði eitur á latíni “pastor”. Góði hirðin fyrimynd fyri prestar, tí prestar eiga at engasjera seg, hava áhuga í kirkjuliðinum og at hava umsorgan fyri øðrum heldur enn at leiða tey við líkasælu.
Hirðamyndin var sera væl kent í gomlum døgum, og yrkjarar og rithøvundar í tíðini fyri Kristi føðing skrivaðu dúgliga um hirðan, sama við listafólkum, sum gjøgnum øldir hava málað myndir av hirðanum við lombum á herðunum ella í føvninginum. Ikki sjáldan hevur Jesus litrík klæðir og reint, bylgjandi hár, sum tikin úr einari shamporeklamu. Hetta eru idylliskar myndir, har vandin ikki sæst, tó vit vita væl, at um hirðin ikki ansaði seyðinum í Jesu heimlandi, kundi seyðurin verða tikin og etin av úlvum og øðrum ránsdjórum. Veruleikin var beint øvut. Ein hirði hevði lægstu tign í samfelagnum, forvann lítið og einki og livdi eitt hart lív.
Mótsatt leigusveininum, ið bara er vikarur í ein dag, hevur góði hirðin eitt persónligt forhold til seyðin og hann aktar hann. Leigusveinurin skundar sær burtur, tá vandi er á ferð og roynist illa, tá á stendur. Hann er ikki at líta á, ringur í royndum. Tá Jesus lýsir seg sum hin góði hirðin, sigur hann samstundis, at fariseararnir eru at líkna við leigusveinin. Seyðurin kennir hann ikki, aktar hann ei heldur, og júst soleiðis er støðan millum jødar. Teir spjaðast, tí Jesus fær dagliga fleiri viðhaldsfólk, og samstundis verða royndirnar at drepa Jesus herdar. Tó eydnast tað ikki enn, tí tímin er – sum áður nevnt – ikki komin.
Jødarnir sláa ring um Jesus í súlnaganginum og teirra atferð er hóttandi. “Gev okkum eitt svar, Jesus! Hvat hugsar tú fyri tær?” Jesus verjir seg, sum verða man: “Eg havi sagt tykkum, hvussu tað hongur saman, men tit trúgva mær ikki. Felagsskapurin í Guði er givin tykkum, men tað ber ikki til at síggja hann, um man ikki opnar eyguni” tykist hann at siga.
Soleiðis er ein beinleiðis tilvísing til kapitul 9 um blindfødda mannin, ið fekk sjónina og sá Jesus. Eyguni hjá mótstøðufólkum Jesu rigga væl, og tó síggja tey einki. Tey hoyra einki, tí tey eru ikki hansara fylgi, trúgva ikki og síggja einki.
