Kapitul 11: Huff, tað stinkar!

Við Lázarusi er Jóhannesevangeliið komið í helvt, og fyrsti parturin við teimum 7 teknunum endar. Evangelisturin rundar av við einum teknið, ið er yvir øllum hinum, tí eingin hevur nakrantíð vakt ein mann til lívs, ið er bæði deyður og hálvrotin. Við undurinum gevur Jesus mannamúgvuni eitt tekin um, hvat seinni fer at henda. 7. tekinið er í allar mátar ein spegilsmynd av, hvat fer at henda við Jesusi sjálvum seinni. Hetta er bæði langi fríggjadagur og páskamorgun í einum. Í kirkjuni verður henda uppreisnarsøgan lisin 16. sunnudag eftir trinitatis, dagurin sum eisini verður nevndur heystpáskir, tí tá er eitt hálvt ár til páskir.

Felags fyri Martu og Mariu er, at tær báðar byrja við at siga við Jesus: “Harri, hevði tú verið her, var bróðir okkara ikki deyður”. Við øðrum orðum: “hvar bleivst tú av?” tær trúgva, at Jesus er myndigur, tí tær kalla hann Harra, og Marta játtar eisini sína trúgv yvir fyri Jesusi, men tær halda kortini, at Jesus skuldi koma og avlýsa deyðan. Hann skuldi bera so í bandi, at Lazarus slettis ikki doyði. Tað er ikki nóg mikið, at hann einaferð fer at livna uppaftur, tí tær hava brúk fyri honum her og nú.

Sjáldan verða kenslur lýstar út í æsir í evangeliunum, vit hoyra typiskt meira stiliseraðar frágreiðingar, men í dagsins tekstbroti hoyra vit fyrst, at Marta syrgir, harnæst at Maria syrgir, og so hoyra vit, at bygdarfólkið hevur samkenslu við systrunum. Sum krúnan á verkinum er tað Jesus, sum fellur tár. Tað snýr seg bæði um persónliga sorg, kollektiva sorg og himmalska samkenslu. Og so myrkrið og maktarloysi áðrenn endurloysnina til endans, tí tað er fjórði dagur. 4 dagar er ov nógv. Eitt satt undur skuldi henda triðja dagin –  og vit hoyra longu nú páskaevangeliið klinga við – men fjórða dagin er øll vón horvin. Líkið er langtsíðani kalt, kjøtið er við at fara í upploysn, og Jóhannes greiðir frá, hvussu illa tað dampar og luktar. 4 dagar er ov nógv – Jesus er alt ov seinur á veg.

Og so hendir undurið.  Vit leggja til merkis, at orsøkin er, at Jesus hevur samkenslu við teimum syrgjandi. Tað er ikki tí at hann vil gera seg upp. Sum í hinum undurfrásagnunum reagerar Jesus uppá eina neyðstøðu. Av berari samkenslu hendir undurið, og sorg verður vend til gleði.

Hvussu heilsustøðan hjá Lázarus var, tá hann kom út úr grøvini, hoyra vit einki um. Hevði hann mein eftir at hava verið deyður i fleiri dagar? Hvussu leingi livdi hann aftaná? Tað hevur ongan týdning í hesum samanhangi. Ein frásøgn um eitt undur sigur bara tað sentrala. Jesus eymkaðist, og undurið hendi. Tað gevur onga meining at royna at fáa enda á søguni. Kanska doyði Lázarus árið eftir, kanska doyði hann eftir eitt langt lív. Tað sigur søgan einki um. Men heilt víst er tað, at hann skuldi doyggja aftur, líkasum systrarnar og líkfylgið eisini skuldi doyggja fyrr ella seinni. Men tey høvdu fingið eitt tekin til trúgv:  at Guð ikki er kyniskur og líkasælur, tá menniskjur syrgja og missa. Sjálvt um deyðin at síggja til ger enda á menniskjum, er ein sterkari makt til, jf. prologin:  “Og ljósið skínur í myrkrinum, og myrkrið tók ikki við tí”, Jóhs 1,5.

Undurið hendir! Jesus sigur: «Takið steinin frá!»

Vit fáa at vita, at Jesus sigur við Faðir sín – næstan umberandi: “Eg visti fullvæl, at tú altíð hoyrir meg; men vegna mannamúgvunnar, sum stendur her rundan um, segði eg tað, fyri at tey skulu trúgva, at tú hevur sent meg.» Alt evangeliið hevur til endamáls at skapa trúgv.

Við hesum er bikarið fult og nú flýtur yvi hjá jødunum. Teir fundast í elstaráðnum og geva eftirfylgjandi boð um, at ein og hvør skal melda, um tey vita, hvar Jesus er, so teir kunnu drepa hann.

Jesus er nú friðleysur maður.