
Kap. 12, 1-19: Altso – hvør er kvinnan, sum salvar Jesus?
Spurningurin, hvat hendi við Lazarusi eftir at hann var vaktur til lívs, verður svaraður fyrst í hesum kapitlinum, har Jesus aftur er í Betánia og vitjar vinfólkini, Mariu, Martu og Lazarus. Marta borðreiðir við eini rimmar máltíð. Lázarus situr við til borðs og hevur tað sum fyrsta dagin, og Maria hevur funnið fínastu salvuna fram. Tey gera tað besta, tey kunnu, fyri at vísa Jesusi takksemi, nú tey hava fingið lívið aftur.
Søgan um salvingina er sera kend og brúkt hjá øllum evangelistunum, men umstøðurnar eru ymiskar.
Evangelistarnir eru ikki á einum máli um, hvør tað er, sum salvar Jesus. Søgan er tí eitt gott dømi um, hvussu evangelistarnir hava arbeitt ymiskt við søgutilfarinum, ið hevur verið í umferð í fyrstu kirkjuliðunum og at enda hava niðurfelt tað, so tað passaði inn í teirra frásøgn. Út frá einari nútímans fatan, hvussu søguligt tilfar eigur at verða viðfarið og endurgivið, kann tað tykjast ørkymlandi og óseriøst, at evangelistarnir ikki hava lagt seg eftir at fortelja søgunar faktuelt samsvarandi. Men ein má hava í huga, at historisitetur, sum vit uppfata tað í dag, var ikki eitt ideal tá. Vanligt var at snara tekstin eftir einum hægri endamáli, ikki fyri at snýta, tvørturímóti, men fyri at gera kjarnin í boðskapinum týðiligari.
Felagseyðkenni hjá evangelistunum í hesari søguni eru: Jesus etur eina máltíð, har fleiri eru til staðar, ein kvinna salvar føtur hansara og tað elvir til forargilsi.
Markus 14,3-9 og Matteus 26,6-13:
Jesus situr til borðs hjá Símuni hinum spitalska, sum annars ikki verður nevndur. Navnið sipar til, at verturin hevur verið sjúkur, men ikki er tað longur, eftirsum hann hevur gestir. Møguliga hevur Jesus grøtt hann, skal tað verða ein paralellur til Lázarus. Kvinnan, sum salvar Jesu føtur er navnleys, og Jesus sigur, at hennara góðgerð altíð eigur at verða fortald til minnis um hana. Eitt sindur serligt, at hon -sum høvuðspersónur- verður agjørd navnleys av evangelistunum, tá teir upplýsa minni týdnigarmiklu detaljuna um hvar hendingin gongur fyri seg, og at hon eigur at verða ærað.
Lukas 7,36-50:
Søgan, sum Lukas endugevur hana, er vorðin tann kendasta, óivað tí, at Lukas er meira detaljeraður og tí at hinir ikki geva kvinnuni eitt navn. Tað ger Lukas heldur ikki, men upplýsir, at kvinnan livir í synd, og vanligi útleggingin er, at hon er prostituerað. Tá kvinnan í traditiónini er blivin kallað Maria, er tað navnið tikið úr versiónini hjá Jóhannesi. Og tað er ikki Maria Magdalena, Johannes nevnir, men Maria, systir Lázarus.
Gjøgnumganga vit evangeliusøgurnar eina fyri og aðra eftir og samanbera, gerast vit varug við, at tað ikki kann umgangast at blanda detaljurnar saman. Í hugaheiminum hjá teimum flestu, er tað ein angrandi, prostitueraða kvinna nevnd Maria Magdalena, sum salvar Jesu føtur; men tað er ikki akkurát soleiðis orðini eru niðurfelt. Navnið, sum er týdningmesta heiti og tekin um samleika, verður gloymd, og syndin framhevað!
Hjá Jóhannesi evangelisti er veistlurómur heima hjá Lazarus, og salvan verður tikin fram av einari vinkonu í takksemi og sum symbol uppá trúgv.
At vaska og salva føturnar á sínum gestum, sum høvdu gingið í sandalum í støvi allan dagin, var ein máti at vísa gestablídni uppá, eitt slag av wellness, sum tænastufólki tók sær av. Man brúkti eisini fína salvu at hella á høvdi á nýggja konginum – man salvaði hann. Og orðið Kristus, sum verður brúkt fyri at lýsa hann nærrri, merkir nettupp hin salvaði. Salvan er dýr og Maria brúkar ikki nakrar fáar dropar, men eitt heilt pund. Hetta vísir, at Jesus spill og oysl verdur, men Judas verður súrur og vísir til, at pengarnir kundu verið brúktir betur. Hann nevnir tey fátæku, men Jesus avdúkar veruligu hugsan hansara og tekur kvinnuna í forsvar.
Eftirfylgjandi fer Jesus til Jerusalem fyri seinastu ferð. Hjá synoptikarunum er hann einans í Jerusalem eina ferð, men so er ikki hjá Jóhannesi, og tað er tí, tað verður mett, at Jesus hevur prædikað í uml. trý ár áðrenn hann verður tikin av døgum. Fólkið veittrar við pálmagreinum sum profeterað og Fariseararnir hava uppgivið at fáa tamarhald á støðuni: Tá søgdu Fariseararnir sín ámillum: «Har síggja tit, at tað kemur einki burturúr hjá tykkum. Sí, allur heimurin eltir hann!» kap 12,19
