
Kap 12, 20-50: So kom tímin!
Fyrsti partur av Jóhannesevangeliinum, ið rúmar teimum sjey teknunum, verður avrundaður í kapitul 12, har Jesus tekur saman um samleika sín og missión.
Tað er greitt, at tey, sum eru um Jesus, eisini øll tey, sum trúgva á hann, ikki skilja til fulnar, hvat tað heila gongur út uppá. Eisini sjálvt um Jesus sker tað út í papp og enntá rópar boðskapin út. (ør. 44).
At fólk ikki skilja Jesus til fulnar, er eisini kent hjá synoptikarunum (Matt, Mark, Luk), serliga hjá Markusi, har Jesus leggur øllum eina við ikki at siga, hvør hann er. Samleiki hansara er ein messianskur loynidómur. So er ikki hjá Jóhannesi, tvørturímóti. Har greiðir Jesus út í æsir frá, hvør hann er, og hvussu hann og Faðirin eru eitt. Jóhannes skrivar nevniliga til fólk, ið longu trúgva, og endamálið er at fáa tey at skilja, hvørjum tey trúgva. Kortini fellur fimmoyrað ikki ordiliga. Tað er millum annað tí, at Jesaja hevur profeterað, at tað eigur at verða so (ør.37-40). Og tó – sjálvt nakrir limir í elstaráðnum koma til trúgv.
Høvuðsorsøkin til at tey trúgvandi ikki hava fult innlit, hongur saman við teologisku ætlanini hjá Jóhannesi. Tað ber stutt sagt ikki til at fáa fult innlit áðrenn Jesus er krossfestur. Inntil tá er Guðs opinbering, logos, bundin at Jesusi. Seinni, tá hann er risin upp, fer talsmaðurin, Heilagi Andin, at bera so í bandi, at logos er allastaðni. Hetta venda vit aftur til.
Líka síðan Maria, móðir Jesu, skumpaði undir hann fyri at fáa hann at gera eitt tekin í brúdleypinum í Kána, hevur svarið verið: “Tímin er ikki komin.” Jesus sigur tað hvørja ferð samanbrestunum við jødarnar verður harður, og hann sleppur sær avstað, tá teir leggja eftir honum fyri at taka hann av lívi. Hvørja ferð miseydnast tað hjá teimum, tí tímin ikki er komin. “Tímin” kemur fyrst í tí løtu, tá Jesus, – og tað vil siga Guð, tí teir eru eitt – sigur tað. Tímin er tann løtan, tá menniskjusonurin verður upphevjaður. At verða upphevjaður er eitt orðaspæl við tveimum týdningum í Jóhannesevangeliinum. Fyri tað fyrsta merkir tað, at Guð við Jesu deyða og uppreisn verður æraður, men har liggur eisini ein duld tilvísing til á hvønn hátt tað fer at henda – nevniliga við at menniskjur hevja Jesus nakrar metrar upp frá jørðini á ein kross.
Jesus hevur ein heilt annan leiklut í líðingini hjá Jóhannesevangelisti enn hann hevur hjá synoptikarunum. Í staðin fyri passivt at taka ímóti revsingini, er tað hann, sum setir alt á glið í kap.12,23, tá hann kunnger: “Tímin er komin, tá menniskjusonurin skal verða dýrmettur.” Tað er, sum trýstir hann á knøttin, ið setur gongd í endaspurtin. Guðs ætlan er soleiðis løgd tilrættis í Jóhannisevangeliinum, at hann sjálvur stýrir søgugongdini allan vegin ígjøgnum.
Beint eftir at Jesus hevur kunngjørt, at tími hansara er komin, fortelur hann um hveitikornið, ið má fella í jørðina og doyggja fyri at kunna spretta til gagns fyri mong – júst sum hann sjálvur. Í hesi samanberingini liggur kristologiin hjá Jóhannesi kokað saman sum ein maggiterningur: Skal andin koma til tey trúgvandi, má Kristus rísa upp, annars doyr logos við Jesusi. Hveitikornið er ímyndin av vøkstri, tí tað rúmar potentiali til nýtt lív. Tað ber ikki til at rísa upp uttan at doyggja fyrst, og tí er deyðin neyðugur fyri Guðs frelsuætlan.
Enn eina stutta stund er ljósið tykkara millum (v.35)– tvs. at Jesus gongur ímillum teir og ger undur, tí hann er sjálvur ljósið í myrkrinum. Nú kemur tímin, har “hvør tann, sum trýr á meg, ikki skal verða verandi í myrkrinum” (v. 46). Jesus rópar orðini út, og dómurin, sum fella skal á evsta degi, skilir ljós frá myrkri á sama hátt, sum evangeliið byrjaði. Ljós og myrkur skulu dystast, inntil ljósið sigrar, og stríðið umfatar øll menniskju og alt kosmos. Tað, sum dømd verður eftir, er Logos sjálvt.
