“Orðið” eftir Sólrun Michelsen

Fyrsti partur av Jóhannesevangeliinum er nú gjøgnumgingið, og áðrenn vit fara víðari, fari eg at steðga á við einum sálmi eftir Sólrun Michelsen. Eins og eitt evangelium, hava sálmar eisini teologiskar litir, og hesin nýggi sálmurin “Orðið” hevur jóhanneiskan dám.

Í fyrstuni var orðið,
og orðið tað var Gud.
Við tí alt til er vorðið,
sum okkum fall í lut:
hvørt landslag og hvør litur,
hvør vøkur kærleiks gerð,
hvørt blað á greinum situr,
hvørt suff um varrar fer.

Í fyrstuni var orðið,
og lívið dvøldi har.
Tað lív varð okkum borið
vil altíð vera nær,
tað ljómaði og spældi
í himni og á fold,
tað blómaði og nældi
úr myrkri upp úr mold.

Í lívinum var undur,
og undrið tað var ljós,
sum myldi myrkrið sundur
at beina okkum kós,
og hetta er vár lutur,
um knortlut tykist leið,
tí orðið var hjá Gudi,
og orðið broytist ei.

Og sanna ljósið lýsti,
tað orðið, ið varð hold,
sum hesum undri hýsti,
ið niður kom til fold
við sannleika og náði
og kærleika frá sær,
við dýrd av faðirs ráði
hann okkum bjarging bar.

Yrkt:Sólrún Michelsen
Lag: The church´s one foundation
Ella: Lít á hann tínar leiðir