Kap 13: Fótatvátturin

Jóhannesevangelistur hevur í dagsins tekstbroti greitt so detaljerað frá hendingini, sum var tað eitt filmshandrit.

Tað er eingin slingur í valsinum hetta kvøldið, tí Jesus veit, at hetta er seinasta kvøldið saman við lærusveinunum.  Frá í morgin skulu teir standa á egnum beinum. Í staðin fyri at siga: “ikki gera hetta og hatta, tá eg ikki eri hjá tykkum longur”, so gongur Jesus undan við einum góðum fyridømi. Har kundi væl staðið einans: “Jesus vaskaði føturnar á lærusveinunum”, men Jóhannes hevur allar detaljurnar við soleiðis, at hendingin líkist einum rituali.

Jesu fyridømi er nógv, nógv sterkari enn eitt ótal av áminningum, tí eitt dømi ber eina serliga kraft:

Fyrst leggur Jesus yvirklæðini av sær, so tekur hann ein líndúk og bindur hann um seg. Síðani stoytir hann vatn í vaskiílatið, tváar føturnar á lærusveinunum og turka teir við líndúkinum. Moralurin er: “Gerið tit tað sama, tá eg ikki eri her longur.”

At lærusveinarnir ikki hava skilt innihaldið í Jesu guddómliga samleika, gerst greitt, tá Pætur sigur: “Nei, ongantíð á ævini skalt tú vaska føtur mínar, Jesus.”

Tað kann undra, at Pætur hevur skilt so lítið av, hvør Jesus í veruleikanum er, nú hann hevur fylgt honum í fleiri ár, og vit kunnu bara sanna, at tað er ikki ein fyrimunur at verða tættari at tí guddómliga fyri at skilja tað. Sjálvt lærusveinarnir høvdu brúk fyri frágreiðingum og leiðbeiningum til tað síðsta.

Menniskjan megnar ikki at sætta seg við Guð, og tí má Guð sætta seg við okkum. Og hetta verður ikki øðrvísi av tí, at fleiri túsund ár ganga. Eisini vit, sum liva í dag, kunna ikki annað enn rætta hendurnar fram móti Várharra sum tómar skálir og takka fyri gávurnar, vit fáa. Eisini vit hava brúk fyri at fáa loyvi til at byrja av nýggjum hvønn dag.

Jesus vaskar føturnar á vinum sínum og ger soleiðis Guðs abstrakta veruleika konkretan. Tað óítøkiliga verður ítøkiligt. Við øðrum orðum: At Guð fyrigevur og bøtir fyri menniskjuni, virkar ein bóðshátt: “Gerið tit líkaso!” Tað er ikki ein eggjan ella tilelvan, men eitt guddómligt krav. Kristna sinnalagið er at tæna ístaðin fyri at ráða, og hartil gevur Jesus okkum enntá eina rituella ávísing.

“Gerið tit líkaso – verið Guðs hendur og føtur í heiminum og tænið hvørjum øðrum, tá eg ikki eri her longur.”

Síðani hoyra vit, at Jesus avdúkar, at Judas fer at svíkja seg og at Pætur fer at avnokta seg. Hetta vendi eg aftur til í 18.kapitli.