
Kapitul 14,1-11 Kardiogram
Tá man vitjar á sjúkrahúsi, kann man møta sjúklingum, sum hava hjartamátara, ið slær út hvørja ferð hjartað slær. Ein maskina skrásetur, um okkurt óregluligt er og teknar strikunar hareftir. Fær man eitt klemm, sum fær hjartað at banka, kann tað avlesast á skíggjanum sum smá gleðis-zigzag! Mynstrið kallast kardiogram, eitt hjartamynstur, og er tað júst hetta orðið, Jesus brúkar, tá hann sigur: “Hjarta tykkara (kardia), verði ikki óttafult”. Jesus vil geva ein frið, sum ávirkar okkara hjartarýtmu. Orðini eru søgd í einum grammatiskum formi sum eitt ynski: Eg ynski, at hjarta tykkara finnur ró. Tykkara “hjørtu” halda vit kanska ljóðar betur, eftirsum vit eiga eitt í part, men har stendur eintal, og tað er ikki tilvildarligt – Tykkara hjarta. Lærusveinarnir hava so at siga eitt felags hjarta, sum bindur teir saman, og teir skulu hava eitt felags, friðarligt hjartaslag. Tá teir stúra, eiga teir at minnast, at friðurin skal koma til teirra uttanífrá. Alternativt kundi “óttist ikki” ørindi 1 og 27 verið umsett: “skelkist ikki!” Tí Jesu deyði fer at raka teirra felagsskap sum ein skelkur. Jesus tvíheldur um eindina hjá teimum, ímyndað við einum hjarta, tí at tað at vera kristin snýr seg um nakað so grundleggjandi djúpt, at ein kann ikki liva uttan at fyrihalda seg til tey, sum krossa eins veg.
Lærusveinarnir vilja kenna sannleikan, og tað kemur neyvan óvæntað, at Jesus sigur seg sjálvan verða sannleikan, tí tað hevur hann prædikað fyri teimum alla ta tíð, teir hava kenst, men her verður tað sagt í kendu trídeildu formuleringini: Eg eri vegurin, sannleikin og lívið.
At leggja orð til trúgv og føra lesaran úr myrkrinum inn í ljósið man verða yvirskipaða málið hjá Jóhannesi evangelisti. Í 14. kapitli verða óvissa og stúran hjá lærusveinunum býtt um við álit og lyfti um einleika. Fyrst er tað Tummas, sum spyr: “Hvussu skulu vit finna vegin uttan teg?” Beint aftaná er tað Filip: “Vís okkum vegin!”
Tað er skíriskvøld, Jesus hevur sagt, hvat fer at henda, og lærusveinarnir skulu hareftir klára seg einsamallir. Ei undur í, at teir eru stúrnir.
Men tá Jesus sigur teimum sannleikan um deyða sín er tað ikki bara tann faktuelli sannleikin: at hann skjótt fer at doyggja, tað snýr seg um. Nei fokus er á lívið í Guði, og at teir longu eru á røttum stað. Jesus fer at gera klárt – har er ovmikið av plássi í Guðs ríki, ivaleyst av íbúðum til øll. Guðs ríki er eitt risastórt íbúðarkompleks! Og boðskapurin er: Hjá Guði er ríkiligt av plássi.
At doyggja verður alla tíðina sett í samband við at fáa lív í Jóhannesevangeliinum. Eitt lív, har tað ikki er ein spurningur um at verða ella hugsa eins, men um at vera, lurta, fylgja og elska.
Filip biður Jesus vísa teimum faðirin, tí so skulu teir nokk klára seg, og vísir soleiðis, at hann ikki hevur skilt Jesu boðskap um einleikan millum Faðir og Son. Jesus fær soleiðis møguleika at endurtaka, at hann og faðirin eru eitt, og eftirsum teir kenna Jesus, eru teir longu har, sum teir skulu vera. Filip skal líta á, at hansara pláss er hjá Guði. Um ikki annað, kann hann hyggja eftir øllum tí, sum Jesu gerningur virkar. Ævinleikin og kærleikin eru longu komnir í heimin og skulu endurskapast og virka fyri friði frameftir.
Tummas hevur heldur ikki heilt skilt boðskapin og er ráðaleysur. Hvussu skulu vit klára okkum, tá vit ikki vita, hvar Jesus fer? Hetta fær so Jesus til at siga: Eg eri vegurin, sannleikin og lívið. Kend orð úr bíbliuni um at liva og fylgja Jesusi eftir. Tummas er ikki vilstur, tí hann kennir frelsaran. Hann skal hava álit á, at hann er í góðum hondum. Orðini siga okkum eisini nakað týdningarmikið um menniskjalívið, nevnuliga, at tað er ein ferð. Vit eru sum oftast á veg onkrastaðni, men tað at vera menniskja er ikki málið í sjálvum sær, tað er ferðin sjálv. Vit upploada ikki menniskjuleika sum árini ganga fyri at gerast fullkomin á deyðastrá. Vit skulu royna ikki at fokusera ov nógv upp á málið, men á vegin. At liva meðan vit eru til arbeiðis, á sjúkrahúsi, heima, ella eru saman við familju og vinum. Jesus sjálvur ímyndar ferðina, ið altíð førir út úr myrkrinum inn í ljósið, har hann hevur tilbúgvið stað fyri menniskjum.