Kap. 14, 21-31: Talsmaðurin sum fosturpápi?

Troystarríki kapitul 14 heldur síðani fram við eini eggjan til at verða ein eind og einans hava kærleikans boð fyri eyga – eins og Jesus segði tað í 13,34: “Nýtt boð gevi eg tykkum: Tit skulu elska hvør annan; líkasum eg havi elskað tykkum, soleiðis skulu eisini tit elska hvør annan.” Um teir verða verandi í kærleikanum, skulu teir ikki falla í fátt, men kenna frið.

“Elska tit meg – tá haldið boð míni!” sigur Jesus. Tað er einans neyðugt við boðum, tá vandi er fyri, at áhoyrarin nettupp ikki heldur boðini av sær sjálvum. Tað er ein beinleiðis linja frá jødiskari traditión við at minnast aftur á tey 10 boðini á Sinai til hetta: “Haldið boð míni”. Tó eru orðini søgd upp á ein nýggjan máta. Týdningurin er meira inniligur, og kann skiljast breitt. Eins og Paulus skrivar í 2. Korint 3,3: “tí at tað er eyðsæð, at tit eru bræv Krists, fingið í lag av okkum, skrivað ikki við blekki, men við anda hins livandi Guðs, ikki á steintalvur, men á hjartatalvur av kjøti.”  Tá fáa boðini ein etiskan klang, soleiðis skilt at boðið ikki er til fyri lógarinnar skuld. Lógin skal fyrst og fremst tæna menniskjanum.

Tá Jesus sigur “haldið boð míni”, brúkar hann grikska orðið “tæréå”, og tað hevur fleiri týdningar. At halda eini boð kann merkja at halda boð á sama hátt, sum ein heldur eina lóg. At halda kann eisini merkja at varðveita, sum tá ein goymir eini boð í hjartanum, sum ongantíð muga gloymast.
Tað at halda kann eisini merkja at halda um – sum tá ein heldur um ein nýføðing – varliga og eymliga. Lærusveinarnir skulu halda um Jesu orð, varliga sum var tað ein nýføðingur. Havandi samlaða boðskapin í Jóhannesevangeliinum í huga, kundi hetta ørindi væl rúmað øllum týðingum í einum orði: Haldið fast við míni kærleiksboð – á sama hátt sum ein heldur um ein nýføðing – og goymið boðskapin í hjørtum tykkara!

Kapitul 14 verður lisin á hvítusunnu bæði eftir fyrru og seinnu tekstarøð. Sjálvt um hvítusunnuevangeliið á hvørjum ári er skrivað av Jóhannesi, hevði ein rundspurningur millum kirkjufólkið hvítusunnumorgun áðrenn kirkjugongd væntandi víst, at tey fyrst og fremst seta hvítusunnuna í samband við hvítusunnuundrið, sum vit kenna tað frá ápostlasøguni, har Heilagi Andin kemur sum eitt sús inn í húsini, har lærusveinarnir eru samlaðir. Andin setur seg sum tungur av eldi á teir, og teir duga knappliga øll tungumál. Ápostlasøgan er løtt at minnast til, tí Lukasevangelistur, sum man meinar er rithøvundurin, skrivar søgur, sum vit síggja fyri okkum, tá vit hoyra tær, meðan Jóhannes filosoferar meira abstrakt. Men evnið er hitt sama hjá teimum báðum, nevniliga at Heilagi Andin kemur til lærusveinarnar.

Hjá Jóhannisi eru orðini løgd í munnin á Jesusi, sum sigur: “Eg lati tykkum ikki verða eftir faðirleysar; eg komi til tykkara.” Lærusveinarnir fáa so at siga Heilaga Andan til fosturpápa, tí Jesus lýsir Andan sum ein faðirfigur – og havandi í huga, at har eisini er ein faðir í himli, kundi talan verið um ein bonus- ella gávupápa; men Faðirin í himni og Faðirin í líki Heilaga Andans eru teir somu. Læran um tríeindina: Faðirin, Sonin og Andan var ikki formulerað sum teologisk trúarlæra, tá Jóhannis sat við skrivaraborðið, men vit hoyra millum reglurnar, at hansara orðingar leggja grundarsteinin til trúarlæruna, tí hann alla tíðina undirstrikar, at Faðir og Sonur eru eitt, og Heilagi Andin er talsmaðurin, sum knýtir bond millum menniskjur og guddómin. Tað er ein rúgva av formuleringum, sum snúgva seg um at vera “í” faðirinum/andanum/soninum, og uttan Jóhannesevangelist hevði neyvan verið møguligt at formulera læruna um tríeindina.