
Kap 15: Eg í tykkum, tit í mær – Øll eru eitt í Kristi.
Sjálvt um Jesus í endanum av seinasta kapitli talaði í boðshátti: “Standið upp, latum okkum fara hiðani!” sita teir allir við borðið enn, so skiftið til kapitul 15 tykist heldur løgið. Óansæð, so er ikki langt eftir, áðrenn evangeliið um hin upprisna fær apostlabein at ganga á.
Kapitul 15 er greiður í síni tematisku uppbygging:
1-8 Víntræið og greinarnar
9-17 Kærleiksboðið
18-27 Heimsins hatur
Eg eri víntræið, tit eru greinarnar. Meditativt messar Jóhannes evangelistur yvir grikska orðið “menein”, sum merkir “at verða verandi í” – heili 11 ferðir í sama tekstbroti. “Eg eri í tykkum og tit eru í mær”, sigur Jesus umaftur og umaftur. Ella við øðrum orðum: Tit deyðiligu hava lut í onkrum, sum er størri, enn tit ána. Verði í mær, og eg verði í tykkum, sigur hann. Tað fyrra er tengt at tí næsta, men ikki ein treyt – setningarnir eru javnsettir. Tí átti tað at staðið“og” í staðin fyri “so”. Vit eru eitt, vil Jesus siga. Ørindini 1-17 eru ikki á veg nakrastaðni, tey standa pinnastill og anda meditativan frið.
Víntræið skal bera frukt, sum aftur kann geva kraft, drúvur og vín til tann, sum kennir seg maktarleysan. Vit hoyra millum reglurnar eina tilvísing til vínundrið í Kána í kapitul 2.
Ørindi 12 tekur saman um innihaldið: “Hetta er boð mítt, at tit skulu elska hvør annan, eins og eg havi elskað tykkum.” At vera ein grein á víntræi Guðs, er at fáa kærleika úr lívsins keldu – og kærleikin skal geva styrk til at halda saman og varðveita vónina í mótgongd.
Evnið, ið serliga liggur í myndini av víntrænum er, at Guð er vera. Alt, sum er livandi, kemur frá Guði og fær kraft frá honum. Guð er ævinleiki, og tað, sum ikki er tengt at honum, fer til grundar, – tí tað livir upp á tíðarinnar fortreytir, har tað, sum hevur byrjan, eisini fær enda. Jóhannes byrjar sítt evangelium við at siga, at Guð er bæði byrjanin og endin. Í tí at orðið gerst hold, tekur ævinleikin búgv har, sum tíðin annars ger av við.
Ævinleikin verður enn veruleiki á jørð, hvørja ferð onkur fyrigevur, tí fyrigevingin ger til einkis konsekvensin av eini ógerð. Tað, sum annars hevði verðið revsað, fær nýggja byrjan í fyrigevingini. Hetta evnið – tíð versus ævinleika – gongur sum ein reyður tráður ígjøgnum Jóhannesevangeliið. Tíðarinnar konsekvensur verður afturkallaður av Guðs ævinleka. Hevur man sagt A, má man eisini siga B, siga vit, men Jóhannes skoytir óbeinleiðis uppí, at tað ber til at rulla konsekvens og tíð hinvegin og siga A aftaná B, tí Guð endurskapar alla tíðina. Natúrligi konsekvensurin av klandri er, at partarnir fara hvør til sítt – tvs. aftan á A fylgir B – men verður semja millum partarnar, kemur pílurin at ganga hinvegin: Aftan á B fylgir A. Hetta er eitt konsekvensannulerandi mynstur, ið hevur guddómligan dám, vildi Jóhannis sagt, tí partarnir venda aftur til kærleikans útgangsstøði. Greinin verður verandi á víntrænum í staðin fyri at følna og detta av.
Guðs vera, víntræið, stendur mitt í tíðini og gevur kraft og eina nýggja byrjan til menniskju, sum annars høvdu farið til grundar. Somu nýggju byrjan, sum menniskjað fær úr lívskelduni, skal tað geva viðari til næstan, og tað hendir gjøgnum fyrigeving.
Jesu mynd av víntrænum vísir, at menniskjur hava fingið eina lívsæðr til Guðs í Kristi, sum er bæði byrjanin og endin. At verða grein á víntrænum er at verða tengdur at Guðs Logos – skapanarorðinum. Tá tað forgeingiliga verður tengt at Guðs veru, ber tað frukt. Fruktin er lívsmót og gleði, og er ein beinleiðis samanhangur millum myndina og kærleiksboðið, ið Jesus bæði setti sum yvirskrift í 13,34, umrøddi í kapitul 14 og nú aftur í kapitul 15. Kærleikin er ikki bara ein kensla, hann er eitt etiskt og guddómligt krav: Kristni samleikin skal verða einleiki, javnleiki og kærleiki.
Heimsins hatur er tað beint øvuta av Jesu læru, og tað er haturið, ið fer at elva til Jesu deyða og mótgongdina, sum lærusveinarnir koma at kenna. Heimurin er staðið, har kærleikin hevur trong kor, og tað hevur Jesus undirstrikað fleiri ferðir. Lærusveinarnir skilja tað ikki til fulnar enn, tí andin ikki er komin til teirra, men teir fara at skilja tað eftir Jesu uppreisn. Inntil tá skulu teir halda saman og hava kærleiksboðið høgt í metum.
Lærusveinarnir fáa at vita, at eisini teir skulu vitna. Tá tosað verður um vitnir, verða tankar okkara lætt leiddir inn í ein rættarsal. Eru vit vitni til eina hending hava vit skyldu at vitna og hava skyldu at bera fram rætta og sanna vitnisfrágreiðing. Har skal nágreinilig frágreiðing gevast av tí, sum farið er fram, og av tí, ein hevur verið vitni til, sæð og hoyrt. Øðrvísi er tað tó, tá vitnað verður um Várharra, tí hvussu skal ein kunna geva nágreiniliga frágreiðing av Guði, tá eingin hevur sæð Guð? Tá tað kemur til trúnna, er tað meir við lívinum, at ein vitnar.
At vera eitt trúarvitni snýr seg um at endurspegla Kristi sinnalag, kærleika og fyrigeving – við heilaga andans hjálp. Trúgv kemur til sjóndar sum trúvirði.
Andin vitnar og lærusveinarnir skulu vitna. Vitna um Jesus, og vitna, at einki, sum drepur ella tekur lívsdirvið frá einum menniskja, kann rættvísgerast í Guðs navni. Andin er lív og vitnar um Lívið. Vitnar um vón so menniskjan ikki villist í vónloysi.
