Kapitul 16, 1-4: Profeti ex eventu

Dagsins tekstbrot er einans 4 ørindi, sum snúgva seg um forfylging og tað at spáa aftureftir í tíð – eitt undarligt, men vanligt fyribrigdi í evangeliunum.

Jesus hevur lagt lærusveinunum eina við, at teir skulu standa saman eftir deyða hansara og ikki spjaðast sundur í vónloysi um deyðans undirgang. Men tað fer at kosta teimum dýrt, hoyra vit í kapitul 16.

Eingin tekstur er óávirkaður av síni samtíð, heldur tvørturímóti. Jesus sigur við lærusveinarnar, at teir fara at kenna mótgongd og tað ljóðar næstan profetiskt, tá hann sigur: “Tann stund kemur, tá ið hvør tann, sum drepur tykkum, skal halda, at hann harvið veitir Guði eina dyrkan”. Hetta er akkurát tað, sum longu fer fram, tá Jóhannes evangelistur situr við skrivaraborðið einaferð umleið ár 90-110, tí meðan Domitian var keisari í Róm í tíðarskeiðnum 81-96 var ein ógvuslig atsókn móti teimum kristnu, bæði í Róm og Lítla Asia, tvs. núverandi Turkalandi. So tá Jesus spáar, at tey kristnu fara at kenna mótgongd, tá hann er farin avstað, er tað eitt profeti ex eventu, tað merkir eftir hendingina. Tað er eitt undarligt fyribrigdi í okkara oyrum, tí ein og hvør kann spáa aftureftir, men tað var vanligt at skriva soleiðis tá. Jóhannes evangelistur hevur í síni tíð upplivað, at kristin verða forfylgd og leggur tí orðini í munnin á Jesus sum eitt profeti. Jesus hevur óivað sagt nakað líknandi, men Jóhannes ger tað týðiligt, so tað verður ein uggi hjá samkomuni: Jesus segði sjálvur, at hetta fór at henda, so nú er at halda út og halda fast við tað góða í trongum tíðum.

Orsøkin til, at summi vilja forfylgja teimum kristnu sigur Jesus vera, at teir kenna hvørki faðirin ella sonin, og tað ljóðar sum ein umbering. Ein hoyrir temaið frá Lukasi evangelisti, har Jesus sigur á krossinum: Faðir fyrigev teimum, tí teir vita ikki, hvat teir gera. Yvirgangsmenninir og ránsmenniinir vita ikki betur – tí teir hava ikki fingið lut í sannleikanum enn. Ein kundi hildið, at tað er í so lætt hjá Jesusi at feia av borðinum, men til alla lukku stendur júst hetta og ikki ein eggjan til hevndargerð, tí so hevði kristindómurin sæð heilt øðrvísi út. Jesu vera er at bera kærleika út til menniskjur, og hatur og hevnd eru ikki í kærleikanum. Tað er kent frá Paulusi, 2. Kor. 13: Kærleikin øvundar ikki; kærleikin er ikki stórorðaður, blæsur seg ikki upp; hann hevur ikki ósømiligan atburð, søkir ikki sítt egna; hann ilskast ikki, er ikki illmintur; hann gleðist ikki yvir órættvísini, men gleðist saman við sannleikanum;  hann tolir alt, trýr øllum, vónar alt, ber alt.