Leyg. 5.apríl

Kap. 16, 5-15: Um rættvísi, synd og dóm

Í evangeliitekstinum er tað enn skíriskvøld, og tó ljóðar tað hjá Jóhannesi sum er tað røddin hjá hinum upprisna, ið talar.

Jesus er í søgugongdini á veg avstað, men lærusveinarnir skulu ikki sita eftir í tómleika og meiningsloysi. Enn er tað einans lærusveinarnir, ið eru fortróligir við meistaran, men tá talsmaðurin kemur, fer Guðs kærleiki at breiða seg sum ringar í vatninum. Talsmaðurin fer at vitna um Jesus. Felagsskapurin fer ikki í upploysn, men skal breiðast út við Heilaga andanum. Og hetta ber einans til, tá Jesus er farin avstað. Tá verður pláss fyri talsmanninum, sum skal fylla tómrúmið eftir deyðan við meining.

Grikska orðið fyri talsmann er parakletur. Aðrar týðingar kalla hann troystaran og merkir orðið beinleiðis umsett: “tann, sum er tilkallaður.” Heitið vísur hvør hansara uppgáva er: hann talar fyri tann, sum ikki kann tala sjálvur. Onkuntíð verður Heilagi Andin eisini kallaður “advokatur”, og latínska heitið er kent úr rættarsalinum, har ein løgfrøðingur tekur orðið vegna onnur. At Heilagi Andin her verður lýstur sum eitt slag av løgfrøðingii ger, at dómurin fær eitt serligt fortekn. Synd, dómur og órættvísi missa vald, tá Heiligi Andin gerst Guðs advokatur í hesi verð. Í Jóhannesevangeliium hevur synd einki við snerputan moral gera. Synd er at venda sær burtur frá lívsins upphavi. Æviga lívið er longu veruleiki, tí Jesus og Faðirin eru eitt, og nærveran fevnir eisini um menniskjur – men ikki fyrr enn Jesus  verður likamliga fráverandi. Tíðarleysa boblan, sum lærusveinarnir eru í skíriskvøld, er eitt rúm fyri umbroyting í trúgv til gleði.

Jesus sigur frá, at skjótt fer hann frá teimum, og teir koma at syrgja, men sorgin verður vend til gleði aftur, lovar hann. Men tá Jesus sigur teimum sannleikan um deyða sín, er tað ikki bara tann faktuelli sannleikin, tað snýr seg um- at hann skjótt fer at doyggja. Nei, fokusið er á lívið í Guði, og at teir longu eru á røttum stað. Sorgin fær ein enda. Gleðin vendir aftur.