Mán. 7.apríl: Jesus samanber deyðan við eina føðing

Kap. 16, 16-33

 Í Jóhannesevangeliinum verður tað at doyggja alla tíðina sett í samband við at fáa lív. Eitt lív, har tað er ein spurningur um at vera, lurta, fylgja og elska. Tá menniskjur gera tað, eru tey í samband við lívsins keldu, og har er ævinleikin.

Ævinleikin og kærleikin er longu komin í heimin og skulu endurskapast og virka fyri friði frameftir. Hetta fer Heilagi Andin at virka í teimum, men sum Jóhannes undirstrikar allastaðni í sínum evangelii, kemur tann tíðin ikki fyrr enn eftir uppreisnina. Hinumegin deyðan ella hinumegin verkirnar, fyri at brúka barnakonumyndina hjá Jesusi.

Orðini eru fest á blað í eini tíð, har føðingar vóru nakað, sum nógvar kvinnur doyðu av. At bíða eftir verkjunum var at samanbera við at bíða eftir deyðanum. Tí var lættin aftan á føðingina nógv størri enn hjá okkum, ið føða 2000 ár seinni, ímyndi eg mær. Í dag er tað ein lætti tá verkirnir hvørva, men sjáldan stendur um lív í okkara parti av heiminum í mun til á Jesu døgum. At føða eitt barn og koma undan við lívinum kundi tí væl brúkast sum mynd uppá at doyggja og rísa upp – eitt gerandisundur. Og barnið var krúnan á verkinum – ella skulu vit siga krúnan eftir verkjirnar – ein guddómlig gáva av lívi.

Myndin hjá Jóhannesi er lívgevandi: páskirnar eru at líkna við eina føðing. Jesus skal doyggja fyri at kunna rísa upp og geva æviga lívið víðari.  Eftir líðing kemur gleði. Úr vónloysi spírar trúgv. 

Millum sorgina og gleðina er stutt tíð. Í grikska upprunatekstinum, stendur orðið “mikron”, ið merkir okkurt, sum er mikroskopiskt, okkurt sum er pikkalítið.

So stutt er millum sorgina og gleðina, og tað var hesa vónina, Jesus royndi at fáa teir at skilja við at samanbera deyða sín við eina føðing. Har er eisini eitt hárfínt, mikroskopiskt mark millum sorg og gleði. Lívið skal føðast sum eitt barn og endurføðast í Kristi.

Jesus fer avstað, talsmaðurin kemur, og tá verður vunnið á hatska heiminum. Atgongdin til Guðs ævinleika er frí.

Jesu deyði fer ikki einans at hava fylgir fyri felagsskapin, hann fer eisini at merkja, at lærusveinarnir fara at broytast.  Talsmaðurin, sannleikans andi, fer at gera teir myndigar. Teir skulu tala við andans kraft sum sjálvstøðugir og bera tað víðari, sum teir hava fingið frá lærumeistaranum. Jesus er á veg avstað, og hevði hann ikki syrgt fyri, at lærusveinarnir gjørdust myndigir, hevði felagsskapurin farið í upploysn í hansara fráveru. Nú læra teir at klára seg sjálvar við hjálp frá Heilaga Andanum.