
Týs. 8.apríl: Jesus biður av (av)makt
Introduktión til kap.17
Kapitul 17 er serligt á tann hátt, at tað er ein long bøn, eisini kend undir heitinum «Høvuðsprestabønin». Innihaldsliga er kapitulin uppbygdur soleiðis, at bønin byrjar við tí biðjandi, Jesusi sjálvum, og fer so longur út til lærusveinarnar og at enda biður Jesus fyri øllum heiminum. Bøn og tankar breiða seg sum ringar í vatninum, og munna tey flestu kristin ikki biðja á júst sama hátt? Fyrst lættir ein sítt hjarta og tá verður hjartarúm fyri øllum hinum; teimum vit kenna og teimum, vit ikki kenna.
Bønin er natúrliga málið hjá øllum trúgvandi, so at siga uttan mun til átrúna, sjálvt um tað er sera ymiskt, hvussu fólk biðja. Tað kann verða bæði við orðum ella sum eitt vónríkt, inniligt ynski. Ein kundi hildið, at tá Jesus og Guð nú eru eitt, hevði ikki verið neyðugt hjá Jesusi at biðja, men so er ikki. Bønin er hjartans mál og er felags fyri bæði Guð og menniskjur. Eitt slag av meditativari kommunikatión, við ella uttan orð. Tá tað so er sagt, brúkar Jesus sera nógv orð!
Heitið «Høvuðsprestabøn» er íkomin í 1600-talinum, tí teologar hildu, at kapitulin tematiskt minti um jødisku høgtíðin ”Yom kippur”, har høvuðspresturin fer inn í templið og reinsar tað fyri fólksins synd. Yom Kippur, ella sáttmáladagurin, er rituelllur, tí sambandið millum Guð og menniskjur verður endurnýggjað. Reinsingarritualið ber við sær, at Guðs dýrd framhaldandi kann taka búgv í tí allarheilagasta.
Hetta fyribrigdi helt man seg kunna lesa millum reglurnar í Jóhannes kap. 17, tí fekk hann navnið Jesu høvuðsprestabøn, hósast hvørki ritual ella høvuðsprestar verða nevnd. Jesus verður ein høvuðsprestaligur figurur, kann man siga, tí hann við at fara í forbøn fyri síni varðveitir tey í guddómligari nærveru. Í hesum fyrsta partinum av kapitlinum er temaið serliga Guðs dýrd, ella doxa, sum tað eitur á grikskum. Dýrdin kemur ikki til sjóndar gjøgnum reinsan, men í Kristi. Tað stendur longu í kapitul 1, ørindi 14 at Kristus sjálvur er doxa: ”Og orðið varð hold og tók búgv okkara millum, og vit skoðaðu dýrd hansara, dýrd, sum einborin sonur hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika.”
Í bíbilskum samanhangi merkir doxa: dýrd ella lovprísan. Hugtakið kenna vit eisini frá faðirvár, sum endar við doksologiini ”tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir, Amen”. Allar prædikur í fólkakirkjuni sunnumorgnar enda eisini við eini doksologi, nemliga kendu orðini, sum hava fingið ótolin børn at draga lættilsins suff: «Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, Faðir, Syni og Heilaga Anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi, nú og um allar ævir, Amen!» Ella «Lítla gloria»: «Æraður veri Faðirin og Sonurin og Heilagi Andin, sum tað var í upphavi, so nú og altíð og um allar ævir! Amen»
