Mik. 9.apríl: Jesus biður sína síðstu bøn

Kapitul 17

Jesus biður fyri sær og sínum kæru sum tað síðsta, áðrenn hann doyr. Nú er hansara missión á fold at enda komin, frælsisætlanin verður sett í verk, har Guð og menniskjur verða samantvinnað í dýrd. At Guðs maiestetiska dýrd skal staðfestast gjøgnum niðran og deyða er tað óvæntaða og paradoksala. Paradoks er eitt nokk so vanligt orð hjá okkum – og kann tað umsetast við mót-dýrd. Guðs dýrd – doxa er mót-dýrd – paradoks. Teologiska poeingið er, at Guðs dýrd er allastaðni, eisini í eygunum á tí eyðmýkta.

Tað eru tær stóru kenslurnar, sum geva seg til kennar, tá ein sigur farvæl fyri seinastu ferð, og tað kemur eisini til sjóndar í tekstunum fyri hvítusunnu, tí orðini eru Jesu seinastu orð til lærusveinarnar.

Í tekstum hjá Jóhannesi koma teir stóru spurningarnir upp at venda: Hvussu hongur tað saman við nærveru og fráveru, við sorg og gleði, við tí, sum sæst, og tí, sum ikki sæst? Hvussu hugsa vit okkum løturnar í sambandi við ævinleikan, hvat við nútíðini og framtíðini? Støðan her í tekstinum er tann, at Jesus biður sína síðstu bøn. Tað er ørkymlandi at lesa og skilja, tí stílurin er meditativur og minnur um nakað, ein prestur kundi messa í einum slagi av transu, men poengið er, at Jesus hevur tikið Guðs ævinleika við sær inn í heimin, og øll hansara eru partur av ævinleikanum. Guð, Kristus og menniskjan eru samantvinnað. Jesus biður um, at tey kristnu mugu halda saman eftir deyða hansara.

Tað er ikki Jesu ynski í bønini at fólk skulu verða eins. Tá Jesus biður um, at menniskjur skulu vera eitt, so merkir tað, at Guð savnar menniskju, savnar okkum í eitt størri samfelag, har vit øll eru líka fyri Guði. Vit eru ikki eins, men vit hava sama virði hjá Guði – og tí eiga vit at vera eitt.

Jesus skilir ímillum doxa -ella dýrd í heiminum, tað er roykilsi, gull og glitur – alt tað, sum er einum kongi verdugt – og so Guðs dýrd, sum er fyri øll og í øllum. Guðs dýrd er eitt slag av kossi frá ævinleikanum til rík sum fátæk. Dýrdin kemur ikki til sjóndar gjøgnum reinsan ella fagurleika, men í Kristi. Guðs dýrd glitrar ikki at síggja til, men fær eygu at glógva, har kærleikin livir. Tað stendur longu í kapitul 1, ørindi 14 at Kristus sjálvur er doxa: ”Og orðið varð hold og tók búgv okkara millum, og vit skoðaðu dýrd hansara, dýrd, sum einborin sonur hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika.”

Sum ikki einaferð hjá Jóhannesi er einleikin millum faðir og son eitt høvuðstema, og Jesus biður um, at hansara eisini fáa lut í sama einleika. Tey skulu verða eitt eins og faðir og sonur, og Guðs dýrd skal verða alt í øllum, sum Paulus orðar tað. Vit hóma longu hvítusunnutemaið. Á hvítusunnu er læran um tríeindina fullkomin.

Hansara egnu – hvørji eru tey, kunnu vit spyrja – og svarið gevur Jesus fyrst í tekstbrotinum: teir, sum trúgva á meg og teir, sum fara at trúgva á meg– (og ein kundi væl ynkst sær, at evangelisturin hevði skrivað tey ístaðin fyri teir, men gott er.)

Huglagið í bønini er friðarligt. Tað er ikki eitt sansaleyst neyðarróp frá einum deyðadømdum fanga, hóast tað hevði verið væl skiljandi. At bíða eftir deyðanum er onkuntíð friðarligt og meditativt, hóast tað, sum kemur, er ókent – á sama hátt sum ein barnaføðing kann elva til angist, men eisini til meditativari ró hjá mammuni, sjálvt um bæði pína og tað at missa tamarhaldið fylgja við.

Høvuðsprestabønin er ein bøn fyri framtíðini eftir uppreisnina. Ikki bara framtíð skilt kronologiskt, men nýggja tíðin, sum veksur úr trúnni og gongur tvørturum onnur tíðarmørk – vit kundu eisini sagt, at hetta er ein bøn um, at ævinleikin má verða til staðar og bróta ígjøgnum undir teimum tíðarkorum, sum vit eru bundin at.

Vit eru nemliga bundin at tíðini- Jóhannis kallar tað heimurin. Tey kristnu vóru tá á døgum ein pinkalítil oljudropi í stóra havinum ella í heiminum, og Jesu ynski er, at dropin veksur og verður sæddur av øðrum.

Okkara menniskjansliga tilvera verður roknað kronologiskt í dagar og ár, men ævinleikin ella Guðs dýrd hevur verið til áðrenn heimurin er vorðin til og kemur til sjóndar hvørja ferð kærleikin er veruleiki. Tann, sum elskar, hevur longu Guðs ævinleika í sær, og er ikki longur tíðartrælur. Ævinleikin er veruleiki í kærleika, og hetta tykjast allir evangelistarnir at kunna semjast um, hóast ymiskir í stíli og teologi.

At Kristus er hjástaddur tvørtur um tíðarmørk er eitt paradoks. Hann er paradoksið sjálvt, sum bindur kærleikans band um mannættina gjøgnum logos – orðið og borðið.