Hósdagin, 10.apríl: Hvat er sannleiki?

Kapitul 18

So skjótt sum Jesus hevur sagt amen fer hann á føtur, og ferð hansara móti at verða fangaður, píndur og krossfestur byrjar av álvara. Jesus verður svikin og tikin. Pætur avnoktar hann og kapitulin endar við krossforhoyri í kongsborgini, har Pilatus setur rámandi spurningin: Hvat er sannleiki? Eingin veit at svara, og Jesus er fríkendur, men verður tó verandi deyðadømdur, tí skarin vil heldur hava ránsmannin Barabbas latnan leysan.

Evangelistarnir fortelja pínslusøguna eitt sindur ymiskt.

Markus skrivar sítt evangelium fyrst, uml. Ár 70. Tað er ikki so langt og detaljerað sum tey, ið koma aftaná. Lukas skrivar um Jesus sum tann ið hevur eitt serligt hjarta fyri teimum fátæku. Hann hevur nógv líknilsi, har ímillum er kenda søgan um miskunnsama sámariubúgvan og hann er meira detaljeraður í heila tikið.

Matteus vendir sær til fyrrverandi jødar, sum hava tikið við kristnari trúgv. Hann hevur tí úr at gera fyri at rættvísgera, at Jesus er júst tann Messias, sum Gamla testamenti hevur spáað um. Tað sæst serliga aftur í pínslusøguni, tí Jesus má alla tíðina gera ella siga okkurt, fyri at skriftin skal ganga út. Sjálvt meðan hann hongur á krossinum er ein rúgva at minnast til hjá honum.

Hjá Jóhannesi evangelisti er púrasta øðrvísi. Har er, sum áður nevnd, eingin altargangur skíriskvøld. So um vit einans høvdu Jóhannes, hevði kristindómurin sæð øðrvísi út. Meðan Jesus er líðandi og verður píndur í hinum trimum evangeliunum, er hann yvirmennisjaligur hjá Jóhannesi. Jesus stýrir øllum sjálvur. Hann verður ikki útsettur fyri nakað, uttan at hann hevur biðið um tað – til dømis meldar hann seg sjálvan í Getsemane, har hann annars verður fangaður hjá hinum evangelistunum. “Tað eri eg – ger nú tað sum skal gerast” sigur hann, sum var hann dirigentur í einum orkestri.

Nøkur dømi um, hvussu Jóhannes víkir frá í hesum kapitlinum:

V. 18,10 Malkus er einans nevndur hjá Jóhannesi evangelisti

18,11 Hjá synoptikarunum (Matt, Mark, Luk.) biður Jesus um, at hann má sleppa frá lagnu sínari; at pínast og drepast. Hann leggur tó afturat, at hann vil, at Guðs vilji má ganga út. Jóhannes tykist at hava lisið tað, tí í hansara útlegging verður hatta orðað polemiskt, sum ein kritisk viðmerking til hinar evangelistarnar: «Skal eg ikki drekka skálina, sum faðirin hevur givið mær?» Hetta undirstrikar gjøgnumgangandi tankan í Jóhannesevangeliinum, at Jesus stýrir hvat fer at henda og einki er tilvildarligt.

18, 32: “hvønn deyða, hann skuldi doyggja”: vísir til Jesu orð um at verða hátt hevjaður

18,28: “Tá ið tit fáa hevjað upp menniskjusonin”. At Jesus verður upphevðaður hevur dupultan týdning. Sum upprisin er hann hevjaður til himmals men áðrenn tað verður hann upphevjaður á ein kross. Niðringin verður tengd at uppreisnini.

Síðst í kapitlinum verður rámandi spurningurin, ið er so sentralur í Jóhannesevangeliinum, lagdur í munnin á Pilatus: ”Hvat er sannleiki?” Sannleikin um Jesus er fullkomiliga vendur á høvdið, nú jødarnir leita eftir onkrum, ið hann kann verða funnin sekur í, tí har er einki at koma eftir. Sannleikin við stórum S’i er Jesus sjálvur. Hann, sum segði: «Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær.» Johs 14,6.