
11. apríl: Avrætting
Jóh. kap. 19
Pontius Pilatus var ein høgur rómverskur embætismaður, ið hevði høvuðsábyrgdina av, hvør fekk deyðadóm. Sjálvur finnur hann onga orsøk til at krossfesta Jesus, lesa vit, men jødarnir krevja tað, tí teir halda hann hava brotið móselógina. Rómverjar framdu avrættingina hjá jødunum, sjálvt um dómurin ikki fall vegna rómverskt lógarbrot.
Í kapitul 18 fríkendi Pilatus Jesus og hann ger tað enn einaferð í kapitul 19, men jødarnir krevja, at Jesus verður avrættaður. Heili fimm ferðir gevur Pilatus bæði jødunum og Jesusi sjálvum møguleika at fáa hann settan frian aftur, men teir halda fast við sítt.
Søguliga er einki sum týðir uppá, at Pilatus hevur verið so mildur og havt so stóra rættvísiskenslu, sum tað verður greitt frá í evangeliunum, heldur tvørturímóti – hann ber orð fyri at verða ein harður maður. Søgufrøðingurin Josefus, ið livdi um somu tíð sum Jesus, hevur greitt frá, at Pilatus ikki tók serlig atlit at jødiskum siði, og at hann var sera harðrendur, tá hann eitt nú bardi ein sámáritanskam uppreistur niður. Men í evangeliunum er hann avmyndaður sum rættvísur, og hjá Matteusi evangelisti lesa vit enntá kendu orðini um, at Pilatus tváar hendurnar sum tekin um, at hann leggur ábyrgdina fra sær. (Matt 27,24)
Krossfesting er ein ekstremur formur fyri torturi. Kropstyngdin ger, at akslar og armar fara úr lið, og ein verður kvaldur, tí tað ber ikki til at halda høvdinum uppi. Rovfuglar hava hildið seg framat fyri at fáa ein kjøtbita. Um tað gekk ov long tíð frá tí at tann krossfesti svímaði, inntil hann doyði, var vanligt at bróta beinini á honum, tí so misti hann fótafestið og doyði skjótari.
Endamálið við avrættingini var fyrst og fremst torturur á almennum staði til ræðslu og ávaring, um onkur hevði hug at seta seg upp ímóti rómverska valdinum. Trælir og uppreistrarfólk vóru stillað út øðrum til ávaringar. Jesus var friðarligur, men hann hevði fjepparar, ið vóru hugtiknir av hansara talu um eitt nýtt ríki, og valdsharrarnir kendu seg hóttar, tí kanska ætlaðu Jesu viðhaldsfólk at seta hann sum kong eins og Dávid á sinni. Rómverjar pína og drepa Jesus og koma óbeinleiðis at gera hann til kong við krúnu av tornum, inskrift yvir høvdinum og ísopstavi. Teir enntá upphevja hann, sum var krossurin ein tróna. Hetta er happing av grovasta slag, men tað er eitt litterert poeng í evangeliunum, at krossfestingin mátti fremjast, fyri at profetiini kundu ganga út: “Gjøgnum niðran varð hann høgt hevjaður”.
Rómverskir borgarar vórðu ikki krossfestir. Tað var nakað man gjørdu við fremmand, og hjá jødum var tað eyka niðrandi, tí tað stendur í 5.Mós. 21,23: “Tí at hvør tann, ið hongdur er, er bannaður av Guði”. Jesus, Guds sanna andlit, líður deyðan, sum Guð bannar. Og sum tað ikki er nóg ringt: Á myndum og krucifiksum er Jesus ílatin eitt slag av lendaklæði, men í veruleikanum varð man krossfestur spillnakin.
Vit hava krossar allastaðni í kirkjum, í samfelagnum, í flagginum hjá okkum, og tað er lætt at síggja tað sum eitt logo ella eitt búmerki. Men vit eiga ikki at gloyma, at hetta “búmerki” er eitt torturinstrument. Tey fyrstu kristnu brúktu ikki kross, men fisk sum symbol. Eitt lívgevandi búmerki. Ikki fyrr enn krosfesting var avtikin sum avrættingarháttur 400 ár seinni, kundi tortuinstrumentið krossurin brúkast sum kristið symbol.
