15.apríl: Snipp snapp snúti?

Jóh. 20, 19-31

Upprunaliga hevur Jóhannesevangeliið einans havt 20 kapitlar, og seinastu tvey ørindini ljóða eisini uppsummerandi: Evangeliið er skrivað til trúgv.

Á nei – Tummas er komin ov seint!

Páskamorgun vísir Jesus seg fyri Mariu, seinni fyri lærusveinunum, men ikki fyri Tummasi. Tað er ikki til at halda út at ganga glipp av hesum. At hugsa sær at hava fylgt Jesusi sum lærusveinur í áravís, og so fer man líka eitt lítið ørindi, og tá man kemur aftur til vininar, hava teir havt vitjan av Jesusi, sum er risin upp frá teimum deyðu.

Hinir lærusveinarnir hava nevniliga møtt Jesusi eftir at hann er upprisin. Teir eru ovurfegnir og fortelja um tað sum er hent: Hurðin var læst, og kortini stóð Jesus knappliga bara har. Jesus var bæði ein andi og ein kroppur í senn.

Hetta ørindi hjá Tummasi, sum ger, at hann kemur ov seint, kann væl ímynda tey 100 árini, sum eru liðin frá Jesu deyða og til Jóhannesevangeliið verður skrivað.

Vit hoyra, at Jesus vísir seg fyri lærusveinunum tvær ferðir í dagsins evangelium, fyrsta dag og áttanda dag. Vit hoyra at lærusveinarnir sita handan læstar dyr, tí teir eru bangnir fyri jødunum. Men hin upprisni Jesus kemur knappliga til teirra kortini. Hesar tíðarupplýsingingar, 1. og 8. dag, skulu fáa okkum at skilja, at hetta er dagurin til guðstænastu hjá kirkjuliðnum, sum evangelisturin er partur av, og teksturin hevur ein liturgiskan dám. Vit hoyra eisini, at Jesus heilsar lærusveinunum við orðunum: «Friður veri við tykkum»- ið enn verða brúkt til gudstænastur. Lesarin skal skilja, út frá hesum markørum, at hetta er ein spegilsmynd av tíðini, har meinigheitin livir í uppreisnarvónini nógv ár aftaná.

Meinigheitin, sum Jóhannis evangelistur skrivar til, er nevniiga eins og Tummas komin ov seint og er gingin glipp av nøkrum, sum hevur týdning fyri teirra samleika sum Kristustrúgvandi, fyri teirra skapanar- ella samleikasøgu. Tey standa sum Tummas og sum vit, ið eru komin 2000 ár ov seint og spyrja: «Man hetta passa?» Tummas er ímyndin av einari meinighet, ið hevur brúk fyri onkrum ítøkiligum at knýta seg til fyri at kunna trúgva. Tummas verður bønhoyrdur eina viku aftaná – og hetta er ein tilsiping til lesaran um, at Jesus kemur ein sunnudag og vil verða hjá meinigheitini sunnudagar tá hon savnast til gudstænastu. Í gudstænastuni vísir hann seg og heilsar meinigheitini við orðunum: Friður verði við tykkum.

Jesus bjóðar Tummasi at røra sármerkini, men vit fáa ikki at vita, um hann tekur av tilboðnum áðrenn hann játtar: Harri mín, og Guð mín! Evangelisturin sigur indirekta: Øll tit, sum eru komin ov seint, trúgvið!

Tummas verður umbroyttur frá skeptikara til trúgvandi og er hereftir ikki longur bundin av prógvum, men fríur. Tummas verður garanturin hjá meinigheitini fyri, at Jesus, sum kemur til teirra gjøgnum læstar dyr, veruliga er tann, sum lærusveinarnir hava kent og ikki ein fantasiur. Tummas verður ein boðberi um, at hold og andi eru knýtt saman, og við hansara spurningi og Jesu svari, fellur teologiin uppá pláss. Jesus er risin upp við húð og hár- og anda!

Tummas er ein sentralur lærusveinur, hóast vit ikki hoyra ofta um hann. Hann er tann, sum t.d bjóðar Jesusi fylgiskap í deyðanum, og verður hann eisini kallaður “didymos”, ið merkir tvíburði. Í traditiónini er Tummas serliga kendur fyri at ivast, sum hann ger tað í okkara teksti, men Tummas er eisini tann, sum játtar trúnna sum tann fyrsti.

Tá Jesus doyr og gevur upp Andan (pneuma), verður Andin latin aftur til Guðs, men í uppreisnini fær hann Andan aftur í nýggjan skapi. Hann er upprisin, men ikki farin til himmals enn, og hetta er einastu ferð, evangelisturin vísir, hvussu hetta hongur saman. Jesus er bæði og – bæði andi og fysiskur kroppur í senn. Hann megnar at ganga gjøgnum læstar dyr – og samstundis ber eisini til at røra hansara sármerkir. Jesus innblæsur heilaga andan í lærusveinarnar, og vit hoyra soleiðis eisini um hvítusunnuundrið her. Teir kunnu nú fara út at missionera.

Vit fáa ikki at vita, um Tummas tekur av tilboðnum um at stinga fingranar í naglamerkini og síðuna áðrenn hann játtar: Harri mín, og Guð mín! Aftur er ein guðstænastuligur dámur, tí Tummas játtar eftir at hava sæð, meðan meinigheitin, ið hoyrir evangeliið 100 ár seinni, játtar trúnna á tað, hon ikki hevur sæð.