
Mik. 16. apríl: Røkta lomb míni!
Kap. 21 er upprunaliga ikki ein partur av Jóhannesevangeliinum, verður hildið, og brýtur frá í stíli, teologiskt og málsliga.
“Elskar tú meg Símun Jóannesarson?” spyr Jesus lærusveinin, sum vit annars kenna sum Pætur, og tríggjar ferðir fær hann játtandi svar. Harvið rættar evangelisturin aftur á beint syrgiligu avnoktanina, sum Pætur annars er best kendur fyri.
Í Føroyum er ikki vanligt at brúka ov stór orð, serliga ikki tá tað snýr seg um kærleika. Men tað er ein spuringur um mentan. Á Jesu døgum kundu vaksnir menn væl siga “Eg elski teg”, halda í hond og klemmast, uttan at tað skuldi vera nakað serligt í tí.
Kap. 21 er ein samtala við eitt morgunmatarborð eftir páskir. Tað er hin upprisni sum talar við Pætur. Hann vísir bæði til nakað, sum er hent – Jesu deyða – og til nakað. sum fer at henda – deyða Pæturs. Samtalan minnir um hana, sum lærusveinarnir høvdu skíriskvøld.
Merkisvert er tað, at Jesus spyr Pætur sama spurning tríggjar ferðir, Pætur svarar og Jesus gevur boðini: “Røkta lomb míni!” Allar tríggjar ferðinar eru orðini næstan tey somu og talið trý visir til tær tríggjar ferðirnar, Pætur avnoktar Jesus, áðrenn hanin gól (Matt. 26,34).
Pætur ger mistøk at kalla alla tíðina og er ikki nakar trúfastur vinur, men hóast tað hevur Jesus hann kæran og gevur honum enntá himmiríkis lyklar (Matt. 16, 13-19). Pætur verður lýstur sum ein, ið dámar at vísa likamligu styrki sína. Hann heldur seg vera serliga góðan við Jesus, og hann er stoltur av at kenna hann. Men tá tað veruliga ræður um, tá Jesus verður tikin til fanga, svíkur og avnoktar Pætur tann, sum hann elskaði allarmest. Jesus kundi havt sagt: “Pætur, hví gjørdi tú hetta? Tú er ikki til at líta á.” Ella: “Eina ferð avnoktari, altíð avnoktari”. Men Jesus ger tað øvuta. “Pætur elskar tú meg? Ver hirði hjá seyði mínum!” Eins og Pætur avnoktaði Jesus tríggjar ferðir, spyr Jesus Pætur tríggjar ferðir: “Pætur, elskar tú meg?” Jesus vísir honum álit við at geva honum ábyrgd.
Jesu aftursvar til Pætur vísa, at samanhangur er millum trúgv, kærleika og gerning. Gerningar rætvísgera ikki eitt menniskja, men kærleikans gerningar spretta úr trúnni. Teir tríggir spurningarnir: Elskar tú meg? Og svarið: “Ja, Harri, tú veitst, at eg eri góður við teg” og boðini: “Røkta lomb míni” føra til taluna um deyða Pæturs.
Jesus spáar um, hvussu Pætur skal doyggja: Verða krossfestur við høvdinum niðureftir. Tað sigst, at hetta síðsta var eftir egnum ynski. Tað er ein spádómur ex eventu, ið evangelisturin leggur í munnin á Jesusi, og tað merkir, sum áður nevnt, ein spádómur eftir at hendingin er farin fram. Ja, tað er jú lætt at spáa um hendingar, sum hava verið, men tað er heilt tilvitað. Lesarin av Jóhannesevangeliinum er fullgreiður yvir, at hetta tilfeldið, tí Pætur doyði ár 64 og tá var evangeliið ikki skrivað enn. Men tá í tíðini var vanligt at flætta tátíð, nútíð og framtíð upp í frásagnirnar. Tað helt man einki løgið vera í. Evangelisturin ger tað her fyri at seta hendingina í eitt serligt ljós. Pætur stóð Jesusi nær og hevði ein týðiligan leiklut millum lærusveinanar, og tí liggur deyði hansara sum ein undirtóni í hesum tekstbrotinum.
Pætur leið pínslarváttadeyðan í sirkusinum hjá Caligulas og Nero, sum lá á Ager Vaticanus. Skamt frá sirkusunum var ein gravstaður, og har varð hann jarðaður í einari einfaldari grøv. Kring gravstaðin gjørdu fornfrøðingar umfatandi kanningar í 1940 og 50-árunum, og undir Pæturskirkjuni fann man tað, sum man meinar er grøv Pæturs.
“Røkta lomb míni” – sigur Jesus og vísir óbeinleiðis til framtíðina hjá kirkjuliðnum. Jesu boð til Pætur undirstrika, at tað at vera eitt elskandi menniskja er at vera medmenniskja.