
Góðu lesarar.
Páskakalendarin er at enda komin, og vónandi hava tit fingið nakað burturúr at fylgt við. Takk fyri ferðalag gjøgnum føstuna! At enda havi eg savnað 7 lyklar, ið taka samanum summar av høvuðstonkunum hjá Jóhannesi evangelisti.
Páskakalendarin verður liggjandi á teologitildagin.com so til ber at leita eitthvørt framaftur. Eitt yvirlit sæst her: Páskakalendarin – Teologi til dagin
Gleðiligar páskir!
Anne Mette Greve Klemensen
1 Yvirskipaður tanki: Logos
Jóhannesevangeliið byrjar, har alt byrjar, við skapanini. Soleiðis verður søgan, sum evangelisturin greiðir frá, ikki bara ein søga ímillum mangar aðrar, men søgan um sjálvt kosmos. Søgan um meiningina við øllum í alheiminum. Allir tankar, sum evangelisturin byggir evangeliið útfrá, kunnu teologiskt førast aftur til innleiðandi ørindini í fyrsta kapitli, sum tí eisini verða kallað Jóhannesprologurin (kap 1, 1-18). Ein prologur er ein byrjan, sum samanfatar høvuðstankarnar í tí samlaða skriftinum. Tað er ringt at bera eyga við samanhangin, tá ein lesur prologin fyrstu ferð, men tá seinasti kapitulin er lisin, kann prologurin lesast umaftur sum niðurstøða.
Tað ber ikki til at lýsa Jóhannesprologin uttan at greiða frá grikska orðinum Logos. Logos kann í sjálvum sær merkja eitt orð. Í antikkini, tá Jóhannesevangeliið varð skrivað, var logos tó eisini eitt kent filosofiskt hugtak. Tá vit lesa fyrstu ørindini í Jóhannesprologinum eiga vit at hava í huga, at “logos” merkir guddómligur vísdómur, ætlan, skapan, tanki. Tí hevur man valt at umseta tað “Orðið” við stórum. Men allir hinir týdningarnir rúmast í hesum eina “logos” og skulu lesast við. Logos merkir ikki tað skrivaða orðið, tí tað var ikki til tá, men orðið sum skapanarorð (jf. Verði ljós!) og ætlan við øllum, sum til er vorðið: Menniskjur, djór, plantur. Logos er guddómliga lívskraftin.
Sæð í tí ljósinum fær tað djúpari týdning, at “orðið var hold”. Guðs ætlan heilt fra frumhavinum er at gerast menniskja og geva logos víðari til skapningin. “Logos” verður til “Sarx”, eitt grikskt orðið fyri “kjøt”, sum vit umseta meira poetiskt; “Hold”. Tað er eitt paradoks, at tvey ting, sum liggja so langt frá hvørjum øðrum: tanki og kjøt, skulu kunna sameinast. Jólamysteriið, um man kann kalla tað so, er at logos og sarx, tanki og kjøt verða eitt: Orðið varð hold, Jesus gjørdist menniskja.
2 Ævinleiki (og preeksistensur)
Eitt sentralt teologiskt hugtak; “Jesu pre-eksistensur”, kemur til sjóndar í ørindunum 1-3. Preeksistensur merkir at verða til, áðrenn ein er føddur. Endamálið við at endurgeva Jesu lív á henda hátt er at peika á, at Jesu týdningur fevnir breiðari enn bara tey fáu árini, hann livdi. Jesus er ikki einans ein skapningur, hann er viðspælari longu, tá heimurin verður til, tí hann er eitt við skaparan. Preeksistensur merkir soleiðis, at langt áðrenn Jesus gekk á foldum sum menniskja, var hann andaliga til staðar í heiminum sum Guðs heilaga logos, sum í føroysku bíbliutýðingini verður umsett «orð». Skapanarsøgan á blaðsíðu eitt í Gamla testamenti klingar soleiðis við í Jóhannesevangeliinum, og á tann hátt spinnur evangelisturin ein gulltráð frá persóninum Jesusi og aftur í tíð til skapanina, fram í tíð til deyða hansara og yvir um tíðarmørk til uppreisnina og æviga lívið.
Ævig vera:
Lívið í Guði varir við, og jødarnir kendi so væl tankan, tí ein av teirra kendastu søgum er har Guð vísir seg fyri Mósesi sum ein brennandi tornarunnur. Har er ljós, hiti og ævinleiki í somu mynd, tí runnurin brennur, men brennur ikki upp. Guðs rødd ljóðar til Móses: Eg eri tann eg eri. Við øðrum orðum – Guðs vera er at vera. Tað er tað, sum navnið Jahve merkir. (Alt hetta, sum jødiska søgan inniheldur, gongur aftur í evangeliiunum, har Jesus sigur, at hann er eitt við Faðirinum, hann sum segði «eg eri tann eg eri» og lat guddómliga ljósið streyma úr ævinleikanum.)
Veran er tað, sum bindur Guð, Jesus og menniskjur saman, og hetta bandið kann ikki slitna. Faðir og Sonur eru eitt, og menniskjur, sum í dópinum fáa lut í Guðs Anda (pneuma), eru á sama hátt umfatað av ævinleikanum.
3. Tímin
“Tíð mín” ella “tímin” er eitt slag av kotu til lesaran um Jesu deyða og uppreisn. Tímin er løtan, har Guðs alvald verður opinberað. Meira Jesus greiðir frá um Guðs sakir, størri mótstøða fær hann, og mótstøðufólkini fara til endans at taka hann av lívi. Guðs tími fer at koma fyrr ella seinni. Men ikki enn, og tí eydnast tað ikki jødunum at fáa hendur á Jesusi.
Tíðarkenslan í Jóhannesevangeliinum er í heila tikið meira flótandi enn hjá synoptikarunum (Matt, Mark, Luk), tí teir hava sett evangeliir teirra saman sum kronologiska hendingargongd. Í Johannesevangelinum virkar Jesu tala meira yvirnatúrlig. Tað tykist, sum er tað hin upprisni Kristus, ið talar longu áðrenn hann doyr. Meðan søgugongdin er berandi bygnaðurin hjá synoptikarunum, byggir Jóhannes sítt evangelium upp um hugtøk og teologiskar kotur, sum ganga sum ein reyður tráður heilt frá prologinum í kapitul eitt til uppreisnina í kap. 20.
Líka síðan Maria, móðir Jesus, skumpaði undir hann fyri at fáa hann at gera eitt tekin í brúdleypinum í Kána, hevur svarið verið: “Tímin er ikki komin.” Jesus sigur tað hvørja ferð konfrontatiónin við jødarnar verður hørð, og hann sleppur sær avstað, og tá teir leggja eftir honum fyri at taka hann av lívi. Hvørja ferð miseydnast tað hjá teimum, tí tímin ikki er komin. “Tímin” kemur fyrst í tí løtu, tá Jesus, og tað vil siga Guð, tí teir eru eitt – sigur tað. Tímin er tað tíðspunktið, tá menniskjusonurin verður upphevjaður. At verða upphevjaður hevur er eitt orðaspæl við tveimum týdningum í Jóhannesevangelinum. Fyri tað fyrsta merkir tað, at Guð við Jesu deyða og uppreisn verður æraður, men har liggur eisini ein duld tilvísing til á hvønn hátt tað fer at henda – nevniliga við at menniskjur hevja Jesus nakrar metrar upp frá jørðina á einum krossi.
Jesus hevur ein heilt annan leiklut í líðingini hjá Jóhannesi evangelisti enn hann hevur hjá synoptikarunum. Í staðin fyri passivt at taka ímóti revsingini, er tað hann, sum setur alt á glið í kap. 12,23, tá hann kunnger: “Tímin er komin, tá menniskjusonurin skal verða dýrmettur.” Tað er, sum trýstir hann á knøttin, ið setir gongd í endaspurtin. Guðs ætlan er soleiðis løgd til rættis í Jóhannisevangeliinum, at Jesus sjálvur stýrir søgugongdini allan vegin ígjøgnum.
Beint eftir at Jesus hevur kunngjørt, at tími hansara er komin, fortelur hann um hveitikornið, ið má fella í jørðina og doyggja fyri at kunna rísa upp til gagns fyri mong – júst sum hann sjálvur. Í hesari samanberingini liggur kristologiin hjá Jóhannesi kokað saman sum ein maggiterningur: Skal andin koma til tey trúgvandi, má Kristus rísa upp, annars doyr logos við Jesusi. Hveitikornið er ímyndin av vøkstri, tí tað rúmar potentiali til nýtt lív. Tað ber ikki til at rísa upp uttan at doyggja fyrst, og tí er deyðin neyðugur fyri Guðs frelsisætlan.
4. Heimurin
“Ikki kann heimurin hata tykkum; men meg hatar hann, tí at eg vitni um hann, at gerningar hansara eru óndir. “
“Heimurin” er eitt hugtak hjá Jóhannesi. Heimurin er staðið, har menniskjur kappast um at verða best, verða fremst og fáa mest, um tað so gongur út yvir onnur. Í heiminum liva menniskjur uppá tíðarinnar fortreytir og teirra gerningar eru fyri egnan vinning. Í heiminum hevur alt ein konsekvens, og tað akkumulerar øvund, synd og deyða – myrkursins gerningar. Mótsetningurin til hatta er ljósið, Guðs veruleiki, sum er innrættaður eftir guddómiligu ætlanini, Logos. Jesus er sjálv ítøkiliggerðin av hesum prinsippinum, tí hann er eitt við Guð og hevur verið til síðan upphav tíðarinnar (preeksistensurin). Í Guðs veruleika er tíðarinnar forgeingiligleiki skiftir út við ævinleika, og menniskjan fær náði ístaðin fyri konsekvens. Guð megnar so at siga at spola tíðina aftur og óskaðiliggera ógerðir við síni fyrigeving, tí hann er sterkari enn myrkrið – sum tað so poetiskt verður sagt í kap. 1,5: “Og ljósið skínur í myrkrinum, og myrkrið tók ikki við tí.”
Trúarinnar eyga sær hetta og er tí heilt frítikið frá dómi smb. Jóhannes. Kærleikin er tann megi, sum annulerar tíð, konsekvens og dóm – við øðrum orðum alt tað, sum hoyrir heiminum til.
5. Sannleiki:
„Um tit verða verandi í orði mínum, tá eru tit av sonnum lærusveinar mínir, og tit skulu læra at kenna sannleikan, og sannleikin skal fría tykkum,“ sigur Jesus.
Sannleiki, á grikskum “aletheia”, hevur tveir týdningar. Tað kann merkja sannleiki sum nakað faktuelt, nakað sum hevur við avdúking at gera. Tað er tað vit meina við, tá vit siga, at sannleikin skal fram í ljósið. Soleiðis brúkar Jóhannesevangelistur ikki hugtakið. Hjá honum er tað meira eitt hugtak, sum snýr seg um, at okkurt er ekta og fyrimyndarligt. Tað er tað sama, sum vit meina við, tá vit tosa um, at onkur er ein sannur vinur. Vit tosa eisini um “tað sanna” lívið. Tá hugsa vit um tað ideella lívið, tað lívið vit droyma um.
Sannleiki við Stórum S’si er tað, sum Jesus talar um, og tað krevur bæði trúgv og umtanka fyri næstanum at nærkast ta mysteriinum.
Í teologiska hugheiminum hjá Jóhannisi er tað ein lýsing av syndini, hetta ikki at vilja lata sannleikans ljós skína á seg. Hugtakið synd kann skiljast uppá fleiri mátar, og her er synd altso tað ikki at vilja lata seg upplýsa av Guði gjøgnum Kristus. Trúgv er at standa í sannleikans ljósstrálu. Kærleikin og Sannleikin við stórum eru rótfestir í Guði.
Pilatus setir spurningin: Hvat er sannleiki?
6. Andi (Pneuma)
Hjá Jóhannisi eru orðini løgd í munnin á Jesusi, sum sigur: “Eg lati tykkum ikki verða eftir faðirleysar; eg komi til tykkara.” Lærusveinarnir fáa so at siga Heilaga Andan til fosturpápa, tí Jesus lýsir Andan sum ein faðirfigur – og havandi í huga, at har eisini er ein faðir í himli, kundi talan verið um ein bonus- ella gávupápa; men Faðirin í himni og Faðirin í líki Heilaga Andans eru teir somu. Læran um tríeindina: Faðirin, Sonin og Andan var ikki formulerað sum teologisk trúarlæra, tá Jóhannis sat við skrivaraborðið, men vit hoyra millum reglurnar, at hansara orðingar leggja grundarsteinin til trúarlæruna, tí hann alla tíðina undirstrikar, at Faðir og Sonur eru eitt, og Heilagi Andin er talsmaðurin, sum knýtir bond millum menniskjur og guddómin. Tað er ein rúgva av formuleringum, sum snúgva seg um at vera “í” faðirinum/andanum/soninum, og uttan Jóhannesevangelist hevði neyvan verið møguligt at formulera læruna um tríeindina.
Heilagi andin er eisini umrøddur í hinum evangeliunum, men ikki so nógv og so er tað eisini tað serliga hjá Jóhannesi, at Andin er í heiminum frá skapanarmorgni; men í tí løtu, at orðið verður hold, og Jesus verður menniskja, er Andin bundin at hansara kroppi. Tað ber snøgt sagt ikki til hjá teimum trúgvandi at fáa Andan áðrenn Jesu deyða. Nústani tá er andin púra fríur og virkar tað, hann vil.
Andin umbroytir menniskjuna og virkar trúnna. Andi og vatn eru alla tíðina tengd saman – hugsa um at tað rennur vatn út úr Jesusi, tá hann doyr. Vatnið leiðir tankanar til bæði frumhav, fosturvatn og dópsvatn, føðing og endurføðing. Tummas stingur fingurin inn har lívið vellur frá. Andin fer út í heim, tá Jesus er risin upp.
7. Trúgv og innlit.
Eins og hjá hinum evangelistunum snýr Jóhannesevangeliið seg um trúgv, men ikki uppá sama máta. Endamálið hjá Jóhannesi stendur síðst í kap. 20: Men hetta er skrivað, til tess at tit skulu trúgva, at Jesus er Kristus, sonur Guðs, og til tess, at tit, tá ið tit trúgva, skulu hava lív í navni hansara.
Jóhannes skrivar til fólk, ið longu trúgva, so endamálið er ikki at umvenda lesaran, men at geva honum eina djypri trúgv – og Innlit! Tey kristnu skulu bæði trúgva og skilja, hvør Jesus er.
