Mán. 3/3, lúka 1:  Føstuferðin byrjar

Í dag er føstulávintsmánadagur og markerar hann, at føstutíðin stendur fyri durum. Føstan byrjar mikudagin, tá føstulávintsbollar eru farnir niðurum og gekkaskortarnir lagdir til viks. Í adventini, ið eisini eitur jólaføstan, er vanligt við jólakalendarum, har vit telja dagarnar til jólaaftan. Í dag byrjar ein páskakalendari eftir sama leisti.  40 dagar eru til páskir, tá sunnudagarnir verða lopnir um, og eg fari at fortelja søguna um Jesus í samstarvi við Jóhannes evangelist, hvørs evangelium eg havi granskað í mínum farloyvi. 12 tær fyrstu lúkurnar verða eisini latnar upp í morgunlestrunum.

Bíblian er samansett av nógvum bókum og sjangrum, sum allar hava hvør sítt eyðkenni. Tað er lætt ikki at varnast hvussu ymiskir tekstirnir eru, tí vit vanliga lesa smá tekstbrot ymsa staðni frá, ístaðin fyri at lesa td. eitt evangelium í síni heild. Til guðstænastur, morgunandaktir og møtir skifta tekstbrotini árið ígjøgnum og seta teirra dám á høgtíðir og gerandisdagar.

Í altarbókini, sum verður brúkt til guðstænastu, eru tekstirnir fastlagdir í tekstarøðum, sum fylgja kirkjuárinum. Fyrra tekstarøð var fastløgd um ár 500 og seinna tekstarøð kom í 1885. Tekstarøðirnar eru ein pedagogisk skipan, sum tryggjar, at kirkjuliðið kemur væl og virðiliga runt í bíbilska universinum innan tvey ár og forðar samstundis fyri, at presturin einans prædikar yvir sínar yndistekstir.

Fyrimunurin við tekstarøðunum er, at vit koma at kenna eina stóra mongd av søgum. Vansin er, at røddin hjá tí einstaka evangelistinum fánar, tí tað er ringt at skilja ímillum hvør er hvør.

Ella sagt upp á ein annan máta: Útvaldu tekstirnir í altarbókini samspæla, sum vóru teir eitt stórt orkestur. Ljóðførini: Lestur, epistul, evangelium og bønir svara hvør øðrum aftur, og klangurin fer upp í eina hægri eind, sum tilsamans myndar gudstænastuna.

Líka inntil eitt ljóðføri spælir solo og hoyrist burturúr. Tá klingar tónin ymiskt, alt eftir um tað er ein violin, paukur ella ein trompet, sum setur tónan. Ein solo hevur sína sjarmu. Detaljur, klanglitur og persónlig eyðkenni stíga fram og fáa okkum at lata oyrini upp fyri tí, sum annars hevur lyndi til at hvørva í stóru ljóðmyndini.

Næstu vikurnar spælir Jóhannes evangelistur solo í morgunlestrunum. Vit fara saman at gjøgnumganga hansara serliga evangelium, sum brýtur frá hinum evangeliunum.

Hvussu hevði kristindómurin sæð út, um eitt ella fleiri evangelii manglaðu í Bíbliuni? Tað er sum at gera mat – hann smakkar ymiskt alt eftir, um ein koyrir karry, sukur ella chili í. Høvdu vit einans havt Jóhannes, høvdu vit ikki sungið «Eitt barn er fødd í Bethlehem» ella «Eitt fjós og ein krubba» á jólum, tí hann nevnir hvørki jesusbarn, krubbu ella stjørnu, tað ger Lukas. Vit høvdu heldur ikki havt sama altargangsritual, tí Jóhannes endurgevur skíriskvøld á ein annan hátt enn hinir evangelistarnir. Tá høvdu vit vaskað føtur í kirkjuni í staðin fyri at drekka vín og eta breyð. Hetta venda vit aftur til.

Vælkomin til Páskakalendaran – ein føstuferð við Jóhannesi!